Radarin - podcast cover

Radarin

Kringvarp Føroyakvf.fo
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall

Arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung, tí tað eru ov nógvir sjúklingar fyri hvønn lækna. Lønarviðurskiftini eru eisini ov vánalig, siga kommunulæknarnir. Seinastu árini hevur eisini javnan verið frammi í tíðindarenslinum, at fáir kommunulæknar vilja í fast starv. Og tað hevur støðugt elvt til órógv millum tey, sum brúka kommunulæknahølini. Mugu fáa fleiri 34 kommunulæknastørv eru í Føroyum í dag. 23 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi. Tað er, hóast alt, munandi fleir...

May 14, 201849 min

Radarin: Aðalráð trilvar í Umboðsmannaniðurstøðu

Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip. Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip. Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014? Og he...

May 02, 201856 min

Radarin: Børn lesa ov lítið

Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa. Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv. Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki. Tað eru ikki nakrir fáir flokkar. Tað eru nógvir flokkar, har mest sum allir næmingarnir ikki tíma serliga væl at lesa...

Apr 26, 201854 min

Útlendskur ognarlutur í fiskivinnuni

Fiskimálaráðið tvíheldur um, at hollendingar ráða í NorthWest Pelagic, og tí sleppur Norðhavið ikki til fiskiskap. Øll viðurskifti eru í lagi, sigur reiðaríið, sum dregur Fiskimálaráðið í rættin. Í sendingini lýsa vit serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og skifti navn til Norðhavið, men mitt í søluni misti øll síni rættindi at reka fiskiskap í Føroyum. Jón Brian Hvidtfeldt leggur til rættis

Apr 18, 201853 min

PISA: Veikir næmingar sáldast frá

Fyri fyrstu ferð heitir Nám beinleiðis á skúlarnir um ikki at lata allar næmingar sleppa til PISA kanningina. Hetta eru næmingar, sum fella inn undir kategoriir av fýra sløgum: SEN 1, 2, 3 og 4. Dømir um kategoriir eru um børnini bera motoriskt ella kensluligt brek, eru orð-, ella talblind ella ikki hava føroyskt sum móðurmál, og hava fingið undirvísing í føroyskum í styttri tíðarskeið enn eitt ár. Hetta er ikki fyri at betra um úrslitið hjá Føroyum í PISA, men fyri at taka atlit til barnið, sig...

Apr 11, 201852 min

Undirvísing á høvdinum

Í Finlandi hava tey gjørt av at avtaka lærugreinar í fólkaskúlanum, tí tær eru ótíðarhóskandi. Men hvaðani koma lærugreinar? Hvussu nógvar skulu tær vera, um tær yvirhøvur skulu vera partur av skúlaskipanini. Í dag fara vit aftur um lærugreinar og útbúgvingarskipanina, soleiðis, sum vit kenna hana. Í sendingini tosa Dorthe Pedersen, lærari í donskum og heimspeki, og Christina Nolsøe, lærari í lívfrøði og evnafrøði, um, hvussu tað merkir ein skúla, at undirvísingin er býtt í lærugreinar. Heimspek...

Mar 28, 201846 min

Radarin: Tunnilsgrót og pensjónsnýskipan

Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til. Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar koma við góðum hugskotum. Luttakarar: Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Alt bendir á, at samgo...

Mar 21, 201854 min

Radarin: Politiska støðan er spent

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, meta um politiska støðuna. Sosialurin vil einki siga Á Sosialinum vilja tey einki siga um, hvussu tey fingu fatur í telefonsamrøðunum, har Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj. - Eg fari ikki út at greiða frá okkara arbeiðsmetodum í hesum málinum her, vit hava gjørt okkara kanningararbeiði...

Mar 15, 201856 min

Á markamótinum millum politikk og átrúnað.

Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan. Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa? Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildin...

Mar 07, 201844 min

Ov trupult at fáa kannabis

66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson-sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis. Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so trekir at útskriva hendan heilivágin. Gunnvá Tróndardóttir Joensen, ið er 35 ár og hevur sklerosu, eftirlýsir eisini betri møguleikar hjá sjúklingum at fáa kannabis. Mánadagin fekk hon eina ávaring í Føroya R...

Feb 28, 201855 min

Radarin: Fólkaræði og Brexit

Hvussu sterkt er føroyska fólkaræðið? Og hvussu verja vit føroyska fólkaræðið, nú fleiri onnur lond hava upplivað afturgongd í sambandi við fólkaræði. Hesar spurningar seta vit einum granskara og tveimum fyrrverandi politikarum. Brexit fær avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu, men hvussu álvarsligar verða avleiðingarnar? Hetta er evnið í nýggjari frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gav út í dag. Vit tosa við Sjúrð Skaale, fólkatingspolitikara, og Hans Ellefsen, ráðgeva í Fiskimálaráð...

Feb 21, 201853 min

Radarin: "Bíbliubelti" og fiskivinnugransking

Akademiska umhvørvi og fiskivinnan skal í felag granska og nýskapa fiskivinnuna, og íslendingar eru bidnir um at leggja okkum lag á at fáa nýggja Fiskivinnugrunnin til verka. Kravda samstarvið millum háfloygdar akademikarar og praktisk vinnulívsfólk hevur avbjóðingar, men tá fiskimaðurin og "frøðingurin" taka lógvatak, fáa vit nýmenning, sigur m.a. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum, sum skjótt verður doktari í samspælinum millum praktiska og bókliga vitan. Livandi dømi um ítøkiligt ú...

Feb 14, 201853 min

Hvat er góð leiðsla?

Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara. Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara tað at vera skiparin á brúnni. Ein skjót google leiting bendir á, at nútímans starvsfólkið vil hava ein leiðara, sum millum annað hevur eina greiða visjón, hann skal duga at motivera starvsfólk, hann sk...

Feb 07, 201854 min

Radarin: Virðisøking í ójavnari kapping um rávøru

Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga. Víðari stendur, at "komandi árini skulu skapast nýggj størv í fiskivinnuni til fólk við bæði handaligum og bókligum útbúgvingum, ið burturav starvast við at menna og byggja upp dygd, góð...

Jan 31, 201854 min

Radarin: Fólkaatkvøða krevur stóra tingsemju

Grein 25-nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin. Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt. Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men semjan má vera stór, tí eingin fólkaatkvøða verður við bara teprum meirluta í tinginum, sigur formaðurin. Hann er samdur við løgmanni um, at stjórnarskipanin er ein týðandi varði, sum verður stórt frambrot fy...

Jan 11, 201844 min

Radarin: løn og lønarójavni

Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sús...

Jan 03, 201853 min

Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna

Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki nóg naknir til at teir noyðast at fara undir at spinna, sigur hann. Í fiskivinnunýskipanini, sum varð samtykt í farnu viku, er ásett, at 8,5% av føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum skulu kunna latast ú...

Dec 20, 201753 min

Radarin: Fiskivinnunýskipanin verður vigað

Í hvønn mun stendur úrslitið mát við ambitiónirnar? Vit tosa við nøkur av teimum, sum landsstýrismaðurin valdi í nýskipanarnevndina, sum skuldi gera tilmæli um eina nýggja og varandi fiskivinnuskipan. Eisini spyrja vit, hvussu umsitingarætlanir fara at broyta røktina av fiskastovnunum undir Føroyum. Og seinast í sendingini kjakast tveir politikarar um javnvágina millum vinnulig og sosial atlit í nýggju fiskivinnulóggávuni og hví breiða semjan ongantíð kom. Luttakarar: Unn Laksá, PhD í stjórnmála...

Dec 13, 201756 min

Radarin: #metoo fer at broyta okkum

Ein orsøk til, at tað serliga eru menn, sum fremja kynsligan ágang, er uppaling. Í uppalingini fáa dreingir at vita, at maskulinitetur er at vera aggresivur, at taka fyrsta stigi til sex, at vera dominerandi og ikki leggja í kenslurnar hjá øðrum. Tað sigur mannfólkgranskarin, Kenneth Reinicke frá Roskilde Universiteti. Samrøðan er gjørd, tá hann var í Føroyum í sambandi við altjóða mannfólkadagin tann 19. november. Men tað snýr seg ikki bert um harðligar menn og kvinnulig offur, heldur Súni Poul...

Nov 29, 201754 min

Radarin: Tryggja seg móti bíðilistum

Jørgen Jacobsen, sum varð raktur av liðagikt í summar, fekk at vita, at bíðitíðin at sleppa til giktalækna í almenna heilsuverkinum var hálvtannað til tvey ár. Men av tí at hann hevði eina privata viðgerðartrygging, slapp hann fram at til privata giktaviðgerð eftir heilt stuttari tíð. Sonur Gunn Ellefsen fekk trupulleikar við rygginum og slapp til kanningar í Danmark eftir einari viku, ístaðin fyri at bíða fleiri mánaðir í Føroyum. Jørgen og Gunn eru millum eitt vaksandi tal av føroyingum, sum h...

Nov 15, 201750 min
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android