Radarin: #metoo fer at broyta okkum - podcast episode cover

Radarin: #metoo fer at broyta okkum

Nov 29, 201754 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Ein orsøk til, at tað serliga eru menn, sum fremja kynsligan ágang, er uppaling. Í uppalingini fáa dreingir at vita, at maskulinitetur er at vera aggresivur, at taka fyrsta stigi til sex, at vera dominerandi og ikki leggja í kenslurnar hjá øðrum. Tað sigur mannfólkgranskarin, Kenneth Reinicke frá Roskilde Universiteti. Samrøðan er gjørd, tá hann var í Føroyum í sambandi við altjóða mannfólkadagin tann 19. november.  Men tað snýr seg ikki bert um harðligar menn og kvinnulig offur, heldur Súni Poulsen, sálarfrøðingur. #metoo snýr seg í stóran mun um happing, heldur hann.  Hoyr kjakið við honum, Eydnu Skaale retorikara og fyrrverandi blaðstjóra á Kvinnu og Sunnevu Háberg Eysturstein úr feministiska felagsskapinum Damudomi í Radaranum. Í 2015 gjørdi Kvinna eina kanning har 300 kvinnur vóru spurdar, sum vísti, at trijða hvør hevði upplivað kynsligan ágang.  Tó slær #metoo ikki reiðiliga ígjøgnum í Føroyum. Ein orsøk er, at samfelagið er so lítið, sigur Kári Holm Johannesen, sociologur. Lítil samfeløg eru trek, tá tað kemur til at broyta siðvenju, og tað tekur í heila tikið langa tíð at broyta normar. Hetta ger at tað er ringt hjá kvinnum at traðka fram við navni.  Hetta og meira afturat verður viðgjørt í Radarinum hesa ferð.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android