Radarin - podcast cover

Radarin

Kringvarp Føroyakvf.fo
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Radarin: Politiska støðan og politisk ung

Prát við politisk ungmannafeløg um ungmannapolitiskt virksemi. Luttakarar: Unga Sjálvstýri: Heri Danielsen Unga Sambandið: Linnéa L. Petersen HuXa: Beinir Johannesen Unga Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir Sosialistik Ung: Barbara G. Apol Framsøkin Ung: Bjarni K. Petersen. Eisini er viðgerð av politisku støðuni. Luttakarar eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm.

May 01, 201949 min

Politiskt virksemi í ungmannafeløgum

Luttakarar: Frá vinstru á myndini: Unga Tjóðveldi - Hervør Pálsdóttir Ungmannfelagið Samband - Linnéa L. Petersen Framsøkin Ung - Bjarni Kárason Petersen Sosialistik Ung - Barbara Gaardlykke Apol HuXa - Beinir Johannesen Unga Sjálvstýri - Heri Danielsen

May 01, 201944 min

Bretland er stórur missur hjá ES

Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel. Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland í land nú, fer hendan ósemjan um limaskap at prutla undir lokinum í ævir, metir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen. Hoyr eisini føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, H...

Mar 28, 201954 min

Føroysku fólkatingssessirnir

Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17 juni. Men fólkatingsvalið verður av nógvum mett at hava avmarkaðan týdning, og flokkarnir brúka munandi minni orku til valstríð til fólkatingið í mun til løgtingið. Valluttøkan er eisini munandi lægri til ...

Mar 20, 201954 min

Radarin: Føroyabanki

Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan? Hví er hann stongdur? Hví er toskastovnurin serligur? Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap? Tað eru nakrir av spurningunum, sum eg farið at seta fólki, sum hvat tey tosa um. Luttakarar í sendingini eru Eyðfinn Magnussen, Petur Steingrund, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Eyðstein Poulsen og Jóhan Mortensen.

Mar 13, 201943 min

Radarin: Út við diesel-bussunum

Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum. Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum. Volvo boðaði í síðstu viku frá, at tey ikki longur fara at framleiða diesel-bussar, og so útsetti Heðin Mortensen, landsstýrismaður útbjóðingina av Bygdaleiðum, sum nú skulu hava umhvørvisatlit við í síni skipan. Og í Tórshav...

Mar 06, 201953 min

Radarin: Vænta broytingar í Sandoynni

Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur. Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum sín, og settu Sandoyartunnilin á skrá. Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdi...

Feb 20, 201944 min

Fleiri hús standa tóm í Føroyum

1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi. Lurta eftir sendingini Radarin.

Feb 13, 201935 min

Radarin: Grøn kós og svørt olja

Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska...

Feb 06, 201952 min

Øll ábyrgd skal liggja hjá einum ráði

Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður. Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum.

Jan 30, 201953 min

Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum

Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kann...

Jan 23, 201952 min

Radarin: Politiskt og rættarlig eftirlit

Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð. Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt. Eisini greina vit politisku støðuna saman við Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen.

Jan 16, 201951 min

Radarin: Smáu valstøðini og persónsdata á netinum

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræði í Føroyum, at atkvøðugreiðslan á fleiri valstøðan er meir ella minnið almenn? Luttakar í sendingini eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, Hallbera West PhD...

Jan 10, 201949 min

Valstríð og grundgevingar

Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði? Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val. Rógvi Olavson leggur til rættis.

Dec 12, 201854 min

Glasir ikki egnaður til undirvísing

Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at hugsavna seg í undirvísingini. Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni. So eru tað hubbarnir, har undirvísing í fleir...

Dec 05, 201852 min

Kenna ikki langtíðaravleiðingar av alivinnu

Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harð...

Nov 14, 201853 min

Radarin: Trump og EIK

Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara. Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri- møguliga 20 prosent hægri - enn hon var seinast miðskeiðisval var. Trump misti Umbosmannatingið, men tað er ikki óvanligt til miðskeiðisvalið - hetta er e...

Nov 07, 201847 min

Radarin: Betri samtakið og politiska støðan

Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini. Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða e...

Oct 31, 201853 min

Radarin: Loysingar- og tjóðskaparrørslur

Loysingar- og tjóðskaparrørslur eru eitt útbreitt fyribrigdi, ið finst kring allan heim. Tað eru umleið 200 fullveldir ella statir í heiminum, men samstundis eru yvir 100 aktivar loysingarrørslur, ið sjálvar ynskja at vinna sær ein nýggjan stat. Tað vil siga, at nærum helvtin av øllum londum í heiminum, hava eina rørslu, ið ynskir at loysa. Hví vinna hesar rørslur frama? Hvat hava tær til felags? Hvat eru útlitini fyri, at loysingarrørslur klára at fremja sítt mál? Tað fara Hans Andrias Sølvará,...

Oct 25, 201847 min

Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna

Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn. Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða. í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar (tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt). Sonja Jógvansdóttir, uttanflokk...

Oct 10, 201848 min

Radarin: Nýggir flokkar í føroyskum politikki

Men tað er sjáldan, at nýggir flokkar verða valdir í løgtingið. Síðan 1990 eru tað bara Miðflokkurin, Verkamannafylkingin og Framsókn, sum hava klárað upp um tinggáttina. Saman við samfelagsfrøðinginum Jógvani Mørkøre taka vit saman um flokkarnar, sum hava stillað upp á fyrsta sinni seinastu 28 árini.

Oct 06, 201854 min

Radarin: Vøkstur, vøkstur, vøkstur

Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur. At vit mennast sum samfelag. At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At produktiviteturin veksur. Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum. At Føroyar nørast sum samfelag, nú tey s...

Sep 26, 201855 min

Menningarkvotur skeikla kappingina um arbeiðsmegi

Menningarkvoturnar eru til meira skaða enn gang í eini tíð við nógvari ferð á búskapinum og manglandi arbeiðsmegi. Byggivinnan og ferðavinnan skulu kappast við fiskivinnuna um hendurnar, og tað skeiklar arbeiðsmarknaðin at fiskavirking á landi er so nógv stuðla, sum við menningakvotunum, sum krevur at fiskurin skal virkast á landi í eitt nú Hvalba í Miðvági og í Vestmanna. Hetta er ikki góður vinnupolitikkur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum. Tvørturímóti skapar tað størri løngarglí...

Sep 19, 201853 min

Føroysk søguskriving ov tjóðskaparlig

Danski rithøvundurin, Charlotte Langkilde, hevur skrivað eina bók um tíðarskeiðið tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum, og Løtingið varð endurstovnað. Føroysk søguskriving er fult mýtum, sigur hon. Tað er rætt at vit eiga at modernisera okkara søguskriving, og tíðarskeiðið, sum er sera áhugavert er alt ov illa lýst, sigur Ering Isholm søgufrøðingur. Hann heldur tó, at bókin "Færøerne - en moderne nation fødes" fer í hina veitina, tí hon lýsir danska amtmannin, Dahlerup, sum var formaður í e...

Sep 12, 201852 min

Radarin: Menningarálit í Suðuroy

Kommunurnar skriva í álitinum, at avbjóðingarnar eru nógvar í Suðuoynni. Fólkasamansetingin er skeiklað og fólkatalið minkar skjótt. Vinnulívið, ið einaferð blómaði í Suðuroynni, hevur seinastu árini eisini staði í minking. Tí má okkurt henda skjótt, um ikki oyggin skal koma í eina støðu, har tað er ov seint at venda gongdini. Tí hava kommunurnar saman skriva eitt álit, ið inniheldur nøkur átøk, ið tey meta verða neyðug fyri at loysa knútin. Størv skulu setast á stovn, ið eru málrættaði til fólk...

Jun 13, 201846 min

Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin

Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku. Øðrvísi tónar Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum. Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgá...

Jun 07, 201854 min

Manningar skulu rinda, tá kvotur verða keyptar

Manningarfeløgini eru ósamd við Reiðarafelagið, sum heldur fast um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði. Í sendingini kjakast Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum. Men hvat ger politiska skipanin við støðuna, sum hevur tikið seg upp við fiskivinnunýskipanini? Kjak millum Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og Ingolf S. Olsen, tingmann fyri Tjóðveldi.

May 30, 201846 min

Radarin: Arktis og Public Service

Altjóða ráðstevna var í Norðurlandahúsinum um Arktis herfyri. Tað eru alt fleiri lond, sum vísa Arktis áhuga og vit spyrja stovnaran av altjóða felagsskapinum Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, hví so er. Eisin tosa við vit Gao Feng, umboðsmaður hjá kinversku stjórnini í arktiskum málum, um teirra áhuga í økinum. Arktis upptekur eisini føroysku uttanríkistænastuna meir og meir, men hvørji ahugamál hava vit og hvørja ávirkan kunnu vit hava? Public Service Hvat er gott Public Service og hvønn ...

May 25, 201848 min
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android