Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin - podcast episode cover

Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin

Jun 07, 201854 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku. Øðrvísi tónar Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum. Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagsskapi. Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, heldur, at sjálvstýrisvisjónirnar í Grønlandi og Føroyum kunnu hava við sær, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur við tíðini, og toppdiplomaturin Peter Taksøe-Jensen mælir beinleiðis til, at Danmark, Grønland og Føroyar skipa seg í ein ríkjafelagsskap sum trý sjálvstøðug londum. Tað eru serliga herdu sjálvstýriskrøvini úr Grønland, sum elva til, at danir eru farnir at tosa øðrvísi um ríkisfelagsskapin. Sjálvstýrisflokkarnir vinna valdið hvørjaferð, og tað er greitt tekin um, at sambandsrørslan í Grønland er veik. Luttakarar: Martin Breum, rithøvundur og tíðindamaður, Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Vinstra, Thomas Munk Veirum, tíðindamaður í grønlendska Kringvarpinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android