Radarin: Børn lesa ov lítið - podcast episode cover

Radarin: Børn lesa ov lítið

Apr 26, 201854 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa. Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv. Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki. Tað eru ikki nakrir fáir flokkar. Tað eru nógvir flokkar, har mest sum allir næmingarnir ikki tíma serliga væl at lesa. Tað vil siga, at ein ávísur fjórði flokkur í Føroyum er munandi betri fyri enn ein annar fjórði flokkur. Eisini sjálvt um flestu lærarnir í Føroyum koma av sama lærustovuni, hava somu námsætlanir at halda seg til, hava sama undirvísingartilfar og somu karmar, so er ymiskt, hvat spyrst burturúr. Vit kunnu siga, at vit hava lesisterkar flokkar og lesiveikar flokkar. Men tú finnur onga einfalda og eintýðuga orsøk til, at spennið millum teir lesisterku flokkarnar og lesiveiku flokkarnar er so stórt. - Føroyskir lærarar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, tá ið børn og ung eftir øllum at døma lesa so lítið, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag. - Ein møguleiki er at kanna, um sjálv læraraútbúgvingin er nøktandi, sigur hann.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android