Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall - podcast episode cover

Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall

May 14, 201849 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung, tí tað eru ov nógvir sjúklingar fyri hvønn lækna. Lønarviðurskiftini eru eisini ov vánalig, siga kommunulæknarnir. Seinastu árini hevur eisini javnan verið frammi í tíðindarenslinum, at fáir kommunulæknar vilja í fast starv. Og tað hevur støðugt elvt til órógv millum tey, sum brúka kommunulæknahølini. Mugu fáa fleiri 34 kommunulæknastørv eru í Føroyum í dag. 23 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi. Tað er, hóast alt, munandi fleiri enn fyri bara einum ári síðan. Hini størvini eru ikki mannað, ella verða tey mannað við skiftandi - ofta útlendskum - avloysarum. Miðalaldurin hjá føroyskum kommunulæknum er eisini høgur. Onkur er farin um pensjónsaldur, og aðrar nærkast. Leggja teir frá sær, og fáir leggjast til, so verður støðan beinleiðis hættislig, hevur Kommunulæknafelagið ávarað um. Batar hava verið Men okkurt er kortini hent seinastu tvey árini. Tvey kommunulæknastørv eru komin afturat í høvuðsstaðnum. Eitt kommunulæknastarv er komið afturat á Skálafjørðinum, og eitt starv afturat er á veg í Klaksvík. Vaktlæknin 1870 er eisini samskipaður við Klaksvíkar sjúkrahús.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android