Ov trupult at fáa kannabis
Feb 28, 2018•55 min
Episode description
66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson-sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis.
Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so trekir at útskriva hendan heilivágin.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, ið er 35 ár og hevur sklerosu, eftirlýsir eisini betri møguleikar hjá sjúklingum at fáa kannabis.
Mánadagin fekk hon eina ávaring í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta 25 sjokulátabønir við kannabis. Hóast Gunnvá ongantíð hevur roynt kannabis, vil hon hava myndugleikarnar at linka reglurnar fyri at útskriva hendan heilivágin til sjúklingar.
65 ára gamla Ingrid S. Henriksen leitaði til Danmarkar at fáa kannabis frá lækna. Hon hevði ringa pínu í nakkanum, sum hevði stórar avleiðingar fyri gerandisdagin.
Eftir hennara tykki hevur nógv av tí vanliga heiliváginum, sum føroyskir læknar útskriva, størri hjáárin enn kannabis.
Heilsumyndugleikarnir í Føroyum halda hinvegin, at føroyskir læknar hava nóg góðar møguleikar at skriva út kannabis-heilivág. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at nýggja vegleiðingin til læknarnar gevur næstan eins góðar møguleikar sum í royndarskipanini í Danmark, sum varð sett í verk 1. januar 2018.
Hoyr eisini Katrin Kallsberg og Jenis av Rana, sum bæði eru løgtingslimir og læknar, kjakast um kannabis seinast í sendingini.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
