"Tað er ikki bara sum at siga tað at gevast við øllum hesum her", tekur Edmund Joensen til, nú hann eftir mong ár á fólkatingi, løgtingi og í landsstýri er givin í politikki. Hevur nú sum fólkatingsmaður eisini verið limur í Norðurlandaráðnum og í fólkatingsins uttanríkispolitisku nevnd. Dagliga starvið á fólkatingi hevur fyrst og fremst verið at røkja føroysk áhugamál her. Nú hann gavst, tagnaði telefonin skjótt, men hann arbeiðir framvegis av fullum huga fyri náttúrlundini í Sundalagnum. "Nógv...
Feb 20, 2023•42 min
Karin og Árni Brattaberg komu aftur til Føroya úr Voss í Noregi til jólar í 1966.. Við sær høvdu tey sonin Rúna. Búsettust fyrst í Havn. Fluttu seinni til Vágs. Árni fekst við jørð og betong og byggiar-beiði eins og bóndaarbeiði í Fámará. Karin fór at arbeiða við ull. Byrjaði í nítiárunum, tá alt steðg-aði upp. Sum fráleið fekst ein verulig vinna burturúr, ið eisini fevndi um virkir í øðrum londum. Sirri var heitið á fyritøkuni. Hon er til enn. Nógvar seymikonur í Føroyum og útlondum hava arbeit...
Feb 12, 2023•44 min
Eftir skúlaárini fór Karin Brattaberg til Havnar at vera arbeiðsgenta. Var eitt lítið ár í húsinum hjá Eydnu Viderø. Haðani fór hon á Bacalao. Várið 1961 var Karin á háskúlanum. Hetta var góð tíð. Tey vóru útferð við ”Thorshavn”. Skipið stóð brádliga fast í botni við Kirkjubøholm. Har var gangur og róp til bátar loksins komu til hjálpar úr Kirkjubø. Katrin fekk starv í handlinum hjá Heina í Kjøt og helt leiðina oman til Otto Reinert. Í 1964 fór drongurin Árni á landbúnaðarskúla á Voss í Noregi. ...
Feb 05, 2023•41 min
Karin Brattaberg átti fýra mammubeiggjar á Eiði: Frederik, Georg, Jørgen og Gunnar Joensen. Teir giftust allir av bygdini. Frederik til Vágs, Georg og Gunnar til Klaksvíkar og Jørgen til Keypmanna-havnar. Georg var skipari á Thor, tá hon var álopini út fyri Aberdeen í 1941. Hann visti ikki onnur ráð enn at skjóta eftir týskinum. Varð heiðrarður við merkinum Member of Bristish Empire. Við-hvørt stakst upp á mammuna at fara at ferðast. Í 1950 fór hon við øllum reiðrinum il Havnar, síðani til Vágs,...
Jan 29, 2023•41 min
Nýggjur gestur í Meg minnist verður Karin Brattaberg úr Funningi, sum eisini hevur búð í Havn og í Vági. Hon hevur stóran áhuga fyri kvæðum og dansi og skipaði á plátuni, sum Hansmann Tórgarð síðst í 50unum gav út við funningsbørnum. Pápi hennara hevði lært hana stev, tá hon var smágenta. Funningsfólk høvdu fingið nýggja dansistovu ella mentunarhús í 1950. Poul Eide var undangongu-maður og hevði teknað. Nýggjárskvøld 1950 var dansistovan tikin í nýtslu. Kortini var barnadans-urin tikin upp hjá M...
Jan 22, 2023•40 min
Selatrað er partur av Sjóvar kommunu. Í kommununi eru eisini Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Selatrað og Strendur eru markatalsbygdir. Hinar tríggjar eru niðursetubygdir. Skúli var á Selatrað frá 1890unum inn í 1960ini. Síðani hava børn av Selatrað gingið í skúla á Strondum. Gamli skúlin er til enn. Nú er hann umbygdur og er missiónshús. Hildið verður, at Selatrað hevði kirkju áðrenn reformatiónina. Í 1920unum tók Andrias Weihe, bóndi, stig til at byggja kirkju í bygdini. Hon stóð...
Jan 15, 2023•44 min
Á Selatrað eru nógv staðarnevnd, sum eru komin av fólkanøvnum, men ongin veit at siga nakað um hesi fólk. Men sagnir eru. Til dømis um norðmannin Tór, sum kom til ilnar við Harald Hárfagra í Noregi og flýddi til Føroya. Hann búsettist í Hósvík og hevði fólk fyri seg á Selatrað at siga frá ófriðaskipum. Eitt kent navn á Selatrað var tann skilagóði Ríki Jákup. Hann hevði tænt á Hoyvíks-garði og røktað bæði Hoyvíkshaga og Sundshaga. Flutti til Selatraðar í 1641, har hann giftist eini einkju, sum át...
Jan 08, 2023•44 min
Tingstaðurin á Selatrað var fyrstu tíðina hildin á Kvíggjarheyggi norðanfyri búsetingina. Har var tingið hildið úti. Har var eisini gálgin at hongja tey í, sum fingu deyðadóm. Í 14-1500 árunum varð tingið flutt undir tak og varð síðani hildið í bóndahúsunum Niðristovu Heimi í Bø. Nýtt gálgastað var nú uppi á Gálgasteini oman fyri húsini. I sendingini verður eisini sagt frá fleiri rættarmálum, sum komu fyri á sýslutinginum á Selatrað. Menn vórðu javnan dømdir frá lívinum fyri stuldur. Men onnur s...
Dec 18, 2022•44 min
Í nøkrum sendingum fer Max Cecil Weihe av Selatrað at greiða frá bygdini í søgu og søgn. Selatrað er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400, men hon er ivaleyst eldri enn tað. Keltar hava óivað verið framvið á Selatrað, áðrenn norðurlendingar løgdu leiðina til Føroya. Orðaskifti hevur verið um bygdanavnið. Er upprunin Sellátur kópalátur ella okkurt heilt annað? Sýslutingið í Eysturoynni varð í øldir hildið á Selatrað. Har hittust yvirvøldin og løgrættu-menninir a...
Dec 11, 2022•44 min
Viberg Sørensen legði eitt skifti dent á at fiska havtasku. Hetta var lønandi fiskiskapur og vardi eina tíð. Hevði eisini hug at royna eftir svartkalva og keypti tann gamla ?Suðurvarða? til tað. Skipið varð umvælt og fiskiskapurin royndist, men illa lá fyri at selja, so fyritøkan gavst. Viberg var formaður í Føroya Reiðarafelag eitt skifti. Tá royndu teir at finna nýggjar fiskimøguleikar. Teir settu seg at prógva og rokna út, hvussu føroyingar kundu fáa meira makrel í sín part. Tað eydnaðist at ...
Dec 04, 2022•45 min
Tað var uppliving at koma í Føroyingahavnina fyrstu ferð. Har var lív og størsta flakavirki føroy-inga. Umráðandi var at skunda sær aftur á fiskileið. Mitt í 60unum fór Viberg á sjómannaháskúla í Svendborg. Í 1963 var hann fyrsta túr við trolara, ?Leivi Øssurssoni?. Var liðugur á sjómansskúl-anum í Havn í 1967. Fyrsti kjansur sum stýrimaður var við ?Ranafossi?. Várið 1968 førdi hann ?Nim?, sum skjótt varð umbygdur til ídnaðarveiðu. Førdi ?Annu T? í Norðsjónum í fleiri ár. Viberg keypti skip sjál...
Nov 27, 2022•44 min
Viberg fór sín fyrsta túr til skips í 1961. Pápin Ansgar Sørensen førdi skip sum ?Akranes?, ?Rólant?, ?Hamranes? og línuskipið ?Gudmund? hjá N.J. Mortensen. Støðan var vánalig í 50unum. Nógv skip stóðu seg ikki og vórðu seld av landinum. Stórur partur av fiskimonnum leitaði til Íslands eftir kjansi. Arbeitt varð við at endurnýggja skipaflotan. Í 1956 komu línuskipið ?Vestur-havið Blíða? og nýggjur ?Skálaberg?. Línuskipini vórðu útivið 50 tilsamans, og í 1959 komu tríggir trolarar úr Portugal. Nú...
Nov 20, 2022•42 min
Kongligi handilin virkaði á Tvøroyri í nøkur fá ár frá 1836 til 1856. Hans Georg Thomsen keypti hendan handil, og skjótt fór Jóhan Mortensen undir egnan handil. Handlarnir mentust og løgdu seg eisini eftir fiskivinnu. Nú var møguleiki hjá monnum at fáa skipskjans og konufólk kundu fáa arbeiði í fiski. Sum fráleið mentist Tvøroyri til eina virksama og stóra bygd. Ein máti hjá hand-lunum at fíggja skip var at læna pengar frá bóndunum. Tann fyrsti stóri býlingurin við Tvørá var Valurin, har fólk, s...
Nov 13, 2022•41 min
Viberg Sørensen hevur eftirnavnið frá langabba sínum Hanusi, sum um aldarskiftið 1900 flutti úr Dali til Trongisvágs. Hanus helt, at har var tryggari at búgva enn í Skeiðistoftum í Dali. Hanus tók húsini niður og tók tey við til Suðuroyar. Hanus tók upp jarðarbrúk, men var eisini postmaður í norðaru helvt. Viberg Sørensen hevur fornavn sítt eftir langabban og abban úrVíkarbyrgi. Teir itu báðir Óli Jóhan Viberg, ið var ein donsk umskriving av Víkarbyrgi. Langabbin gekk burtur og kona hansara Sunn...
Nov 06, 2022•41 min
Regin Joensen hevur búð alla sína tíð undir Gøtueiði. Hann er múrari og hevur arbeitt um alt landið. Fyrstu fólk, sum settu seg niður undir Gøtueiði í 1852, vóru úr Syðrugøtu og Norðragøtu. Maðurin Jóhan var av Lækjuni og konan Elsebeth Frederikka av Fløtti. Tey bygdu á Toppafløtu. Dóttirin Jóhanna Katrina og maður hennara Alexander Magnussen av Skála tóku við húsinum eftir niðursetufólkini.
Oct 30, 2022•41 min
Inga hitti Árna, tá hann kom til Havnar at ganga á stýrimansskúla í 1958. Hann fór út at sigla, og hon fór á húsmóðirskúla í Vordingborg. Tá komu boð frá Árna um, at teir vóru á veg úr Suðuramer-ika til Rotterdam. Hon avstað, men í Amsterdam var ongin Árni og tók ímóti. Ólag var á ferðsluni. Helt leiðina til Rotterdam, har hon loksins hitti hann. Eitt skifti aupair í Onglandi. Giftust í 1965. Búðu fýra ár í Esbjerg, síðani í Runavík og í Havn. Bygdu í Havn í 1974, men fóru til Grønlands, har Árn...
Oct 23, 2022•41 min
Gestur í Meg minnist verður nú Inga Simonsen í Havn. Hon er fødd Gunnarsson og giftist við skip-aranum Árna Simonsen úr Fuglafirði. Inga er havnarkona við stórum H, men varð tó fødd suðuri í Vági orsakað av krígnum. Mamma hennara Herborg av Viðareiði og pápin Gunnar vuksu bæði upp í Vági. Út fyri Helluni á Viðareiði fór ein barnavognur á sjógv við Ingu í. Í Havn vaks hon upp úti í Mattalág. Fór í Kommunuskúlan og haðani í realskúlan.Var í 1957 í Skotlandi og vitjaði barndóms-vinkonuna Guðrið Ska...
Oct 16, 2022•38 min
Tað var tann tíð, tá KÍ vann FM í fótbólti hvørt ár frá 1966 til 1970. 66-liðið legði ein meistaraskap aftrat í 1972, men nústani hevur KÍ aftur vunnið FM í ovastu deildini tvey fylgjandi ár. Steinbjørn hjá Sam í Búðunum spældi trý ár í dreingjadeildini miðskeiðis í 50unum við góðum úrsliti. Í 1957 fekk hann sínar fyrstu dystir á 1. liði, og har vann hann heili 9 meistaraheiti. Sum smádreingir spældu klaksvíkingar á ymsum smærri vøllum í bygdini. Samtíðarspælarar í KÍ vóru eitt nú Magnus Kjelnæs...
Oct 09, 2022•41 min
Í seinastu sendingini fer Henrik Old m.a. at hugleiða um lívið i løgtingspolitikki. Hann var valdur á ting fyri javnaðarflokkin í Suðuroy í 1984. Byrjaði sítt politiska lív í samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Henrik var framvegis tingmaður, tá bankin fór á húsagang í 1992 og mátti bjargast. Í 1994 kundi Henrik verið valdur løgtingsformaður, men bar seg undan. Í 2011 varð Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann fyrireikaði eitt nú tunlar kring landið, men legði frá sær, tá gingið va...
Oct 02, 2022•42 min
Í 1972 fekk Henrik Old tjans við Akraborg hjá Jákupi Joensen. Tveir mánaðir seinni beyð Jákup honum tjans sum stýrimaður við Nýborg, tí hann fór sjálvur í land. Henrik varð verandi í reiðarínum í 17 ár. Fekk tjans sum skipari í 1977. Væl lá fyri at fáa makrel við Hetland og sild í Norðsjónum. Menninir vóru næstan heil ár umborð á skipunum og sóu lítið til konu og børn. Í 1982 bjargaði Nýborg einum seglbáti, sum var um at søkka í Skagerrak. Síðst í 80'unum fiskaði Nýborg til fiskavirkið í Dakar í...
Sep 25, 2022•41 min