Meg minnist - Henrik Old (5:5)
Oct 02, 2022•42 min
Episode description
Í seinastu sendingini fer Henrik Old m.a. at hugleiða um lívið i løgtingspolitikki. Hann var valdur á ting fyri javnaðarflokkin í Suðuroy í 1984. Byrjaði sítt politiska lív í samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Henrik var framvegis tingmaður, tá bankin fór á húsagang í 1992 og mátti bjargast. Í 1994 kundi Henrik verið valdur løgtingsformaður, men bar seg undan. Í 2011 varð Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann fyrireikaði eitt nú tunlar kring landið, men legði frá sær, tá gingið varð ímóti hansara ætlan um at leggja fyri við bergholi til Fámjins. Suðuroyarsiglingin og/ella suðuroyartunnilin hava stóran áhuga.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
