Meg minnist - Karin Brattaberg (1:4)
Jan 22, 2023•40 min
Episode description
Nýggjur gestur í Meg minnist verður Karin Brattaberg úr Funningi, sum eisini hevur búð í Havn og í Vági. Hon hevur stóran áhuga fyri kvæðum og dansi og skipaði á plátuni, sum Hansmann Tórgarð síðst í 50unum gav út við funningsbørnum. Pápi hennara hevði lært hana stev, tá hon var smágenta. Funningsfólk høvdu fingið nýggja dansistovu ella mentunarhús í 1950. Poul Eide var undangongu-maður og hevði teknað. Nýggjárskvøld 1950 var dansistovan tikin í nýtslu. Kortini var barnadans-urin tikin upp hjá Malenu. Sum fráleið fall dansistovan av, men mentanardagarnir í Funningi í 2017 vóru byrjanin til, at hon varð endurreist eftir gomlu tekningunum.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
