Søgur um Selatrað (1:4)
Dec 11, 2022•44 min
Episode description
Í nøkrum sendingum fer Max Cecil Weihe av Selatrað at greiða frá bygdini í søgu og søgn. Selatrað er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400, men hon er ivaleyst eldri enn tað. Keltar hava óivað verið framvið á Selatrað, áðrenn norðurlendingar løgdu leiðina til Føroya. Orðaskifti hevur verið um bygdanavnið. Er upprunin Sellátur kópalátur ella okkurt heilt annað? Sýslutingið í Eysturoynni varð í øldir hildið á Selatrað. Har hittust yvirvøldin og løgrættu-menninir at taka avgerðir í revsimálum og øðrum málum. Eystringar leitaðu eisini í stórum tali til tingið at forvitnast og hitta fólk. Hetta ting varð niðurlagt so seint sum í 1896.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
