Meg minnist - podcast cover

Meg minnist

Kringvarp Føroyakvf.fo
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Meg minnist - Dánjal Andreasen (5:5)

Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð. Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, sum hevði sæti á Tvøroyri. Haðani fór hann aftur út at sigla. Hesaferð við Mærsk og var har í fleiri ...

Dec 11, 202339 min

Meg minnist - Dánjal Andreasen (4:5)

Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný Funnland. Landsverk søkti eftir fólki at taka sær av maskinum. Haðani fór Dánjal á Skála Skipasmiðju...

Dec 11, 202341 min

Meg minnist - Dánjal Andreasen (3:5)

Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni". Í 1980 fór hann í land og arbeiddi eina tíð hjá Brøðrum Petersen. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Fór eisini í starv á Land...

Dec 07, 202343 min

Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)

Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum. Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum arbeiði og nógvum fólki. Nógv skip vórðu bygd hesa tíðina, eitt nú "Lómur" og fýra coastarar til danskt reiðarí. Seinni bygdi skipasmiðjan á Skála sild...

Dec 03, 202343 min

Meg minnist - Dánjal Andreasen (1:5)

Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði trupult ferðasamband, men fekk sum fráleið heilar tveir tunlar. Siglingin frammanundan var stundum vandamikil. Einaferð tók eitt óløgi tveir bilar, og ...

Nov 26, 202341 min

Meg minnist - Alfred Olsen (3:3)

Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski. Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum. Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8. Mundi síggja nakað øgiligur út eftir drúgva ferð. Fyrsta kongur segði, var: "Gud har skabt dig i sin vrede". Olgar svaraði: "Og vi er skabt í samm...

Nov 19, 202342 min

Meg minnist - Alfred Olsen (2:2)

Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár. Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes vórðu sjálvstøðug kommuna í 1968. Alfred Olsen hevur verið løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í 20 ár. Alfred ivast í skipanini við Føroyum sum eitt...

Nov 12, 202339 min

Meg minnist - Alfred Olsen (1:2)

Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954. Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið, har bæði kvinnur og menn hava atgongd. Alfred gekk í skúla á Toftum. 14 ára gamal fór hann til skip...

Nov 05, 202344 min

Meg minnist - Svanbjørg Manai (2:2)

Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak. Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi. Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya. Svanbjørg var eitt skifti í Noregi. Har ætlaði hon at seta seg niður, men tað var av ongum. Svanbjørg og Mouldi búsettist í Havn....

Oct 20, 202337 min

Meg minnist - Svanbjørg Manai (1:2)

Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum. Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikk...

Oct 20, 202338 min

Meg minnist - Petur Simonsen (5:5)

Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin. Nú eru feløgini eisini farin at fækkast. Spurningurin um tað er gott fyri heildina.Stór menning var í eitt nú 80unum, tá feløg sum GÍ og B68 tóku seg fram og fór at kappast við tey gomlu feløgini um meistarask...

Oct 15, 202339 min

Meg minnist - Petur Simonsen (4:5)

Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson. Kvinnurnar spældu eisini fótbólt í ÍF. Tær vóru føroyameistarar í 1991. Petur Simonsen hevur verið venjari í fótbólti. Eitt skifti var hann hjálparvenj...

Oct 08, 202342 min

Meg minnist - Petur Simonsen (3:5)

Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum. Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór hann til Fuglafjarðar at verða lærari í støddfrøði, alis- og evnafrøði og ítrótti. Í 1987 tók Petur...

Oct 01, 202340 min

Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)

Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við pápanum sum skipara. Í Fuglafirði hava verið fleiri skúlar. Ein varð nevndur Gamli skúli. Hann kom í 1882 og tá hevði skúli verið frammanundan. Skúlin er...

Sep 24, 202340 min

Meg minnist - Petur Simonsen (1:5)

Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar. Petur er sonur Sigurð úr Sandavági og Marthu úr Leirvík. Tey fluttu í 1936 úr Vestmanna til Fuglafjarðar. Um sama mundið búnaðist ætla...

Sep 17, 202339 min

Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)

Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari. Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn. Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgu...

Jun 11, 202340 min

Meg minnist - Annika Hoydal (2:3)

Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fráleið eina spennandi lívsleið sum sangarinna og sjónleikari. Eina ferð spældi hon nakin í einum filmi. Tá fóru mennn a ringja til hennara. Ein hoyrdi ...

Jun 04, 202341 min

Meg minnist - Annika Hoydal (1:3)

Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvador í Suðuramerika, har hann arbeiddi fyri ST-matvørustovnin FAO. Annika búði tvey skifti har yviri. Ein trupulleiki var, at hon fekk ov lítla skúlagon...

May 29, 202338 min

Á ferð í Hoyvík (3:3)

Eitt eyðkenni fyri Hoyvík í dag er hondbóltsfelagið H71. Hetta felag hevur nú í mong ár staðið seg væl í lands- og steypakappingum og hevur vunnið nógv seinastu árini. Ungdómar í Hoyvík tóku stig til felagið væl stuðlaðir av sínum foreldrum. Fleiri skúlar eru bygdir í Hoyvík, Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt. Barnagarðar eru eisini bygdir. Tað var ókent fyribrigdi í Hoyvík fyrr í tíðini. Kirkja varð vígd í 2007, og síðani er eisini komin kirkjugarður. Hugsandi er, at fleiri útstykkingar ...

May 21, 202340 min

Á ferð í Hoyvík (2:3)

Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja til rættis býarbygging í Hoyvík og Hoyvíkshaganum. Hoyvík var í Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, men fór nú úr henni og upp í Tórshavnar Kommunu.

May 14, 202337 min

Á ferð í Hoyvík (1:3)

Í trimum sendingum við Jákup Símuni Simonsen fara vit at hoyra um Hoyvík í fortíð og nútíð. Hoyvík er millum størstu búpláss í Føroyum við um 4000 fólkum. Fyri fáum árum síðani var Hoyvík ein lítil bygd. Upprunaliga var ein bóndagaður har. Tá ein fúti ikki slapp at planta skóg í Hoydølum, býtti hann ein uppsitaragarð burtur av festinum. Royndarstøðin í Hoyvík fekk í 1920'unum innvist á hesum garði. Partur av bygdini bleiv eisimi býlingurin Uttanfyri garðar. Glyvramaðurin Símun Joensen fekk loyvi...

May 07, 202341 min

Meg minnist - Beate Samuelsen (3.3)

Beate sat í barnaverndini í Havn í 16 ár. Hon umboðaði sambandsflokkin. Hetta var eitt umleypandi starv. Viðhvørt vóru stórir trupulleikar, viðhvørt vóru málini smærri, men ein javnur streymur var, sum eftirlit mátti vera við. Í 2000 stillaði Beata upp til sjálvt býráðið, og varð vald tvey valskeið. Eitt skeið var hon formaður í sosialu nevnd. Í 1992 beyð amerikanska sendistovan í Danmark henni ein túr til USA at verða hjá, tá nýggjur forseti varð innsettur í januar 1993. Ferðin var áhugaverd og...

Apr 23, 202341 min

Meg minnist - Beate Samuelsen (2:3)

Beate fór í skúla hjá nonnunum seks ára gomul í 1953. Har høvdu tey útlendskar nonnur sum lærarar, eisini í føroyskum. Tær hildu gott skil á skúlanum. Beate hevði eksem. Fimm ára gomul var hon ein mánaða á TB á landssjúkrahúsinum. Hon heldur, at hon fekk astma har av sproytuevninum Acht. Var seinni hálvt ár á astmaheimi í Kongsbergi í Noregi. Har hitti hon Petru Jónsdóttir. Ùr barnaskúlanum fór Beate í millumskúla hjá nonnunum og seinni víðari í real og stu-dent í Hoydølum. Fór art arbeiða á Dim...

Apr 16, 202341 min

Meg minnist - Beate Samuelsen (1:3)

Beate Samuelsen er formaður í Landsfelag føroysku pensjónista, sum hevur 16 limafeløg kring landið. Felagið hevur samband við løgting og landsstýri um spurningar, sum viðvíkja eftirløntum. Beate er dóttir Georg L. Samuelsen, sum eitt mannaminni var blaðstjóri á Dimmalætting. Mamman var Rakul, dóttir Lisbeth og Jóanes Fonsdal í Vestmanna. Georg var sonur Andrass Samuelsen, løgmaður 1948-1950. Var ættaður úr Vík og konan Beate var úr Skrivarastovu í Havn.Tey búðu í Fuglafirði, har Andrass var sýsl...

Apr 10, 202342 min

Meg minnist - Edmund Joensen (7:7)

Edmund Joensen varð valdur á løgting fyri sambandsflokkin á løgtingsvali í 1988. Longu í 1990 gjørdist hann formaður í flokkinum. Í 1994 kom sambandsflokkurin í landsstýrið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Hann sat í hesum sessi meginpartin av fýra árum, men skrivaði út nýval í ótíð orsakað av vantandi játtan frá donsku stjórnini um samráðingar og innanhýsis ófriði í flokkinum. Edmund Joensen var løgtingsformaður árini 2002-2008. Hann tók undir við, at løgtingið bygdi ein tignarligan bygning vi...

Apr 02, 202340 min

Meg minnist - Edmund Joensen (6:7)

Við hvalastøðini i við Áir broyttist náttúran í Sundalagnum. Eitt var, at hvalabátarnir komu hagar við fonginum, annað var, at her tók seg eisini upp eitt fjølbroytt fuglalív. Tá seinasta sólarmyrking var, vóru Edmund og ein vinmaður við línu í Sundinum. Teir vildu vita, hvørja ávirkan tað hevði á fiskin, ta løtuna, ið myrkt var. Edmund er fjórði oyrarmaður, sum var Føroya løgmaöður. Tveir vóru í 1600-talinum og ein í 1700-talinum. Edmund býr beint við brúnna um Streymin. Hann heldur, at brúgvin...

Mar 26, 202338 min

Meg minnist - Edmund Joensen - (5:7)

Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fiskasølan eitt farmaskip um vikuna til USA við føroyskum flaki. Setningurin hjá Fiskasøluni var bæði at selja og fíggja virksemið hjá sínum limum. Fíggj...

Mar 19, 202341 min

Meg minnist - Edmund Joensen (4:7)

Edmund Joensen var uppi í, tá farið varð undir alibrúk í Skálafirði og við Streymin. Tá teir funnu nóg heitt vatn við Áir mælti Júst í Túni, at hetta var ein revolusjón. Landsstýrið hevði hug at byggja alivinnuna upp sum smá húsmansbrúk. Tað helt ikki. Lús og sjúkur vórðu dagligur kostur. Nú talar Edmund fyri at fara út á hav at ala. Spurningurin er, hvat umhvørvið tolir aftrat inni við land. Torført var at fáa marknað fyri jákupsskel v.m. Virkið á Oyri fekk sær eitt bein í rækjuvinnu, og funnu ...

Mar 12, 202345 min

Meg minnist - Edmund Joensen - (3:7)

Børnini á Oyri runnu dyst, spældu bólt og arbeiddu við teimum vaksnu. Edmund var fyrsta túr til skips við einum leigaðum norskum kópafangara. Ingolf Andreassen førdi hann á sild. Teir fingu 2600 tunnur og vóru besta skip. Edmund var seinni við Búgvanum undir Føroyum. Tá teir komu aftur við fullum skipi, segði Tórhallur við reiðaran: "Skipið er bara ov lítið". Oyrarmenn sigldu eina tíð við bilum um Sundalagið við gomlu "Agnes Louisu". Edmund var uppi í, tá Júst í Túni gjørdi fyrstu alistøðina. Sa...

Mar 05, 202339 min

Meg minnist - Edmund Joensen (2:7)

Edmund Joensen er barnføddur á Oyri í Eysturoy. Pápin Poul Joensen var oyrarmaður og mamman var Hansina Samuelsen úr Haldórsvík. Tey bygdu úti á Bakka á Oyri, har Poul fór at handla við matvørum og taka móti fiski. Saman við bróðrinum Jógvani hevði hann eitt annað felag, sum seldi eitt nú kraftfóður og tók móti vársild og summarsild. Edmund er føddur í 1944 og flutti um 20 ára gamal norð á Oyrarbakka, har hann settist í búgv við konuni Edfríð frá Norðskála. Oyrarbakki var niðursetubygd millum Oy...

Feb 26, 202340 min
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android