Fyri einari viku síðani fekk ein føroyskur felagsskapur eina virðisløn, sum hevur fingið merkiliga lítið rúm í føroyskum miðlum. Hesa virðislønina tosa vit um. Vit tosa eisini um javnstøðu, mangul upp á tað sama og misskilta javnstøðu - og so koma eru vit so smátt við at koma í jólahýr, ið vit eisini venda at enda. Gestir eru Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur, og Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, talsfólk í Fríum vali. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio...
Nov 22, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 65
Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir. Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listene...
Nov 15, 2024•1 hr 30 min•Season 1Ep. 64
Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni...
Nov 08, 2024•1 hr 17 min•Season 1Ep. 63
Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin. Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalisti. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/lis...
Nov 01, 2024•1 hr 28 min•Season 1Ep. 62
Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt. Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg. Vit nema eisini við tunglyndi, tí ein av dagsins gestum stríðist við hetta, men hevur valt at tosa alment um tað. Gestir er...
Oct 25, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 61
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, at Kringvarp Føroya ikki dekkaði útgávutiltakið, tá nýggja týðingin av King James-bíbliuni hjá Sjúrði Højgaard varð løgd fram. Vit tosa um kommunuvalið og minni væleydnaði videobrot, sum ferðast á sosialu miðlunum. Vit tosa um Sólrun Løkke Rasmussen, sum sambært litríku donsku miðlunum hevði í so nógv innanborða, tá kongurin var vertur fyri døgurða herfyri. Vit tosa um Frítt val, sum er í uppskoti at vinna eina javnstøðuvirðisløn í Danmark, og so venda vit eisini...
Oct 18, 2024•1 hr 27 min•Season 1Ep. 60
Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum. 36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni. Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel B...
Oct 11, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 93
Í Frímælt í dag tosa vit um eitt par, fótbóltsparið Sara Samson Lamhauge og Rene Shaki Joensen, har báðir partar spæla fótbólt, eru á landsliðnum og hava eitt barn. Ein forkunnug og øðrvísi fótbóltssøga, sum snýr seg um (næstan) alt annað enn fótbólt. Vit tosa um kommunukanningina, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, vit tosa um ein nýggjan sang og ymiskt annað við. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sambært sær sjálvari er á útivølli í hesum partinum, Durita Fagradal Augustinuss...
Oct 04, 2024•1 hr 15 min•Season 1Ep. 58
Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá. Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroyum. Vit tosa eisini um Ingilín Strøm, tí alt bendir á, at hon er verður tað fyrsta landsstýrisfólkið...
Sep 27, 2024•1 hr 19 min•Season 1Ep. 57
Frímælt hevur fleiri forkunnug prát hesa ferð. Vit tosa um ein nýggjan dokumentar, sum er á veg í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um Teresu Ovenberg, ávirkara og realitystjørnu, sum fyri fyrstu ferð tosar alment um, hvat henni við henni og Teiti Skoubo, sum eins og hon var ávirkari og realitystjørna, áðrenn hann varð dømdur fyri harðskap. Vit tosa eisini um rúsevni, kommunuval og eina elendiga umbering frá Gerhard Lognberg. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur í Kringvar...
Sep 20, 2024•1 hr 11 min•Season 1Ep. 56
Sum so ofta áður koma vit víða um í hesum partinum av Frímælt. Springaradráp, murtamyndir, lágt burðartal, Billbugt, amerikanska forsetavali, J. K. Rowling og alt møguligt annað er á skrá. Gestir eru Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Sep 13, 2024•1 hr 17 min•Season 1Ep. 55
Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi. Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til nakrar konsertir í 2025. Og nú vit eru við konsertirnar, so stendur føroyskur tónleikur í fagrasta bl...
Sep 06, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 54
Í Frímælt hesa ferð skifta vit orð um eina nógv umrødda hending á einum fótbóltsvølli í Sørvági farna vikuskiftið, tá ein fótbóltsspælari varð vístur av vøllinum fyri homofobiskar útsagnir. Vit tosa um Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur boðað frá, at hann fer at gevast í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Vit venda vakmyndatólunum, sum enn lata bíða eftir sær, og so tosa vit um eina herliga samrøðu, sum Kringvarp Føroya gjørdi við ein misnøgdan borgarstjóra. Gestir eru Durita Fagradal Augusti...
Aug 30, 2024•1 hr 17 min•Season 1Ep. 53
Eitt drama av Hollywoodskum slagi er í umbúna, nú Heðin Mortensen enn ikki hevur tikið avgerð, um hann stillar uppaftur, samstundis sum Elin Heðinsdóttir Mortensen, dóttir Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, treytað av, at pápi hennara, Heðin Mortensen, ikki stillar upp. Hetta minnir merkiliga nógv um stríðið, sum er millum Logan Roy og Shiv Roy í Netflix-røðini Succession. Vit hyggja nærri at kommunuvalinum, eftir amerikanska forsetavalinum...
Aug 23, 2024•1 hr 18 min•Season 1Ep. 52
Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við uppskriftini upp á eitt longri lív. Vit tosa um ein løgeglumann, sum er dømdur fyri at hava framt blúnisbrot - altso at hava følt uppá - ein kvinnuligan starvsfelaga, og um OY, ið hevur sett vikuskiftini í vetur av til føroyskan tónleik. Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Mikael Blak, tónleikari, eru gestir. Rólant Waag Dam er vertur. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Aug 16, 2024•1 hr 21 min•Season 1Ep. 51
Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL, sum veruliga hevur fingið fólk at øsa seg. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannv...
Aug 09, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 50
Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag. Vertur er Rólant...
Aug 02, 2024•1 hr 18 min•Season 1Ep. 49
Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin? Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð. Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, ...
Jul 26, 2024•1 hr 28 min•Season 1Ep. 48
Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er. Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festivalinum og nú miðlamaður, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, Heiðrik á Heygum, tónleikara, og Siri S...
Jul 19, 2024•1 hr 2 min•Season 1Ep. 47
Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið? Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini. Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og tað "at keða seg", bæði millum børn og vaksin. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Si...
Jul 12, 2024•1 hr 26 min•Season 1Ep. 46
Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við. Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt. Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri se...
Jun 28, 2024•1 hr 23 min•Season 1Ep. 45
Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti. Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi, og Andrias Høgenni, leikstjóri. Vertur er Rólant Waag D...
Jun 21, 2024•1 hr 31 min•Season 1Ep. 44
Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt. Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og...
Jun 14, 2024•1 hr 14 min•Season 1Ep. 43
Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni. Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsve...
Jun 07, 2024•1 hr 2 min•Season 1Ep. 42
Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar. At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina ...
May 31, 2024•1 hr 9 min•Season 1Ep. 41
Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani. Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og tosa um circle jerk sum eitt politiskt fyribrigdi. Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Alda ...
May 24, 2024•1 hr 3 min•Season 1Ep. 40
Føroyavinurin, fjallmaðurin og fyribrigdið Lars Løkke Rasmussen bleiv 60 í vikuni. Saman við fólkatingsliminum Sólbjørg Jacobsen royna vit at koma nærri inn á, hvør føðingardagsbarnið er. Somuleiðis tosa vit um, at bæði Skarv og KOKS lata aftur, at hvørki Hondbóltssamband Føroya ella Visit Faroe Islands duga at telja - og so fara vit eisini at ferðast í egnum landi. Umframt Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance eru Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesand...
May 17, 2024•1 hr 2 min•Season 1Ep. 39
Er tað herverk, tá veggjakrutl verður málað á løgtingið? Ella er tað aktivisma, sum tænir sínum endamáli? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini hoyra John Mayer skammrósa Teiti, eta smákøkur og tosa um vánaligar matstovuvanar og munin á abort í 12. og 18. viku. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og vertur í Súrligum nætrum í Kringavarpi Føroya, Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, og Høgni Olsen, tænari á Møntergade. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener fo...
May 10, 2024•1 hr 10 min•Season 1Ep. 38
Prestur, porno og aðrar søgur Vit hoyra í Frímælt hesa ferð ein øðrvísi vitnisburð frá einum presti. Vit hoyra um eina rúgvu av tatoveringum. Um litríkar søgur úr nýggju dokumentarunum hjá Frihedsbrevet. Um konsertferðina hjá Eivør í USA og annað gott. Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur, samskiftisfólk og listamiðlari á Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy info...
May 03, 2024•1 hr 3 min•Season 1Ep. 37
Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga um onnur? Ella eru vit vorðin ov sært? Og hví eru mannfólk so vánalig at fara til lækna - og hvat kan...
Apr 25, 2024•1 hr 14 min•Season 1Ep. 36