59. Heðin Roy ella Logan Mortensen - podcast episode cover

59. Heðin Roy ella Logan Mortensen

Oct 11, 20241 hr 13 minSeason 1Ep. 93
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum.

36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni.

Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel Bjergsø í Mikkeller, vit fara ein túr á Skrapt og ein túr til Íslands, har eitt spælistað fyri og annað eftir letur aftur, tí gistingarhús og hotell skulu byggjast.

Gestir í Frímælt eru Sunneva Háberg Eysturstein, vínnulívsfólk og fyriskipari, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður, og Jan Lamhauge, journalistur.

Vertur er Rólant Waag Dam.

See omnystudio.com/listener for privacy information.

For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android