Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum. Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara. Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni. Vit hava eisini hol ígjøg...
Jun 27, 2025•6 min•Season 1Ep. 95
Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni. Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin o...
Jun 20, 2025•13 min•Season 1Ep. 94
Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin? Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir Tobias væl og tí tosa vit um hetta. Marius Dam Christophersen, Marius DC, er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Vit tosa við hann um mongu verkætlanirnar, sum eru í gongd og sum hava verið. Og so ...
Jun 13, 2025•1 hr 17 min•Season 1Ep. 94
Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir. Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisini, umframt at skráin til vitjanina hjá kongshjúnunum eisini verður viðgjørd. Gestir hesa ferð eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sólfinn Danielsen, vínmaður, Kristinn Vang, skattamaður, og Durita Fa...
Jun 06, 2025•5 min•Season 1Ep. 92
Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar. Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinborg Pálsdóttir, sum er ein upptikin kvinna í hesum døgum. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari, Kaj Joensen, samskiftisfólk, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam. Se...
May 30, 2025•14 min•Season 1Ep. 91
Frímælt hesa ferð bjóðar søgur av alskyns slagi. Vit hoyra søguna um serliga sangin, sum verður sungin eftir mangan hondbóltslandsdystin. Helgi Hoydal, landsliðsleikari í hondbólti, er í studio og greiðir frá. Vit hoyra eisini um serliga sambandi, sum er millum Súna Olsen og Arne Slot, venjarin, sum hevur gjørt Liverpool til enskar meistarar. Eurovision er av og vit venda Sissal og sangi hennara, umframt at vit hoyra um eitt forkunnugt rættarmál við eina rúgvu av málningum hjá Zachariasi Heinese...
May 23, 2025•5 min•Season 1Ep. 90
Yuval Raphael, sum er ísraelska umboðið til Eurovision, hevur eina beinleiðis áheitan til føroyingar, um at stuðla Ísrael í Eurovision-sangkappingini. Vit lurta eftir boðunum, sum hon millum annað hevur lagt á Facebook og tosa um, hvussu tað ber til. Løgtingið er á veg í summarfrí, nú maimánaður er hálvrunnin, so vit lodda dýpið undan seinasta tingfundinum, sum verður mánadagin. Vit fáa eina dagføring frá Jan Lamhauge, umframt at vit eisini leita fram nøkur stuttlig ljóðbrot úr løgtingssalinum. ...
May 16, 2025•11 min•Season 1Ep. 89
Frímælt fær vitjan av Jan Lamhauge, sum fortelur, at føroyingurin Fróði Midjord er ein av høvuðspersónunum í einari avdúkandi grein í the Guardian, sum skrivar um víðgongdar høgravendar rørslur kring knøttin. Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, er vorðin virkandi forfólk í flokkinum, nú formaðurin Alex Vanopslagh er farin í barnsburðarfarloyvi. Hetta greiðir hon frá í Frímælt, har vit eisini tosa um skránna á G!, sum er liðug, og Seinasta paradísið á jørð, sum fær eitt gott...
May 09, 2025•12 min•Season 1Ep. 88
Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við einum kenslubornum práti um Suðuroyartunnilin. Vit fara á konsert hjá Billie Eilish, til frumframsýning í Danmark av nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá og á fernisersing hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Eisini tosa vit um løgregluna, sum mundi skotið spurvar við kanónum, meðan vit drekka blommuvín og eta cookies. Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, Sólfinn Danielsen, vínmaður, ið eigur og rekur Rødder & Vin, og Bjarni Richardt-Mortensen, auto...
May 02, 2025•15 min•Season 1Ep. 87
Frímælt hesa ferð loftar øllum møguligum bóltum. Alt frá Bjarka Hansen, sum sang saman við Bryan Adams, til Mariannu Winther Nagata, sum bleiv interviewað av RUV, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sum krassjaði ein firmabil hjá pápa sínum. Harumframt vitjar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen eisini studio, og vit fáa tí eina feska dagføring úr hennara gerandisdegi, nú tríggjar vikur eru til finaluna í Eurovision. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur,...
Apr 25, 2025•12 min•Season 1Ep. 86
Heiðrik á Heygum er farin undir at gera ein musical, sum hann er komin í Frímælt at tosa um. Vit skifta eisini orð um, hvat tað er, ið stríðið í Miðeystri ger við fólk í Føroyum - og hvat tað ger við Javnaðarflokkin og Sjúrð Skaale. At enda koma vit við nøkrum viðmælum til fólk, sum eru farin í páskafrí. Alt frá konsertum til seriur og bøkur. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, Heiðrik á Heygum og Finnur Koba. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Apr 18, 2025•8 min•Season 1Ep. 85
Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan. Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostrað eina nýggja stjørnu í Bjørg Brynhildardóttir Egholm. Støðan í Framsókn verður eisini vend, nú Sólvit Nolsøe hevur takkað fyri seg í flokkinum, umframt at røðin White Lotus eisini verður viðgjørd, nú seinasti partur í r...
Apr 11, 2025•14 min•Season 1Ep. 84
Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbóltsvøllinum. Hin søgan er um ein mann, sum er komin til Føroya at spæla fótbólt, men ikki tók í hondina á skrivaranum í felagnum, hann skal spæla fyri. Vit tosa eisini um Framsókn, sum fer at vera fyri fríari fosturtøku - eftir næsta løgtingsval. Men hvørja...
Apr 04, 2025•14 min•Season 1Ep. 83
Hesa ferð kava vit niður røðina, sum øll tosa um í hesum døgum: Adolescence á Netflix. Vit tosa um tematikkin, sjónleikararnar og filmslistarliga partin av bretsku røðini, sum er fýra partar. Vit nerta eisini stutt við White Lotus, áðrenn farið verður á FMA í Varpinum, sum vísti seg at vera ein ógvuliga góð sjónvarpssending, fyri síðani at enda í Grønlandi, sum øll heimsins eygu eru vend ímóti í hesum døgum. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Mikael Blak,...
Mar 28, 2025•9 min•Season 1Ep. 82
6. juni skuldi Dania O. Tausen spæla á Maggies í Nólsoy, men tað avlýsti Terji Rasmussen - og nú skal Son of Fortune spæla henda dagin. Tað ger Benjamin Petersen saman við Terja Rasmussen, Leivi Thomsen og Kim Hansen, umframt Jan Rúna Poulsen, sum altíð spælir við Son of Fortune. Onkur hevur rópt hetta eina hevndarkonsert. Hetta tosa vit um, umframt at vit tosa um FMA, sum verður í Varpinum fríggjakvøldið 21. mars. Vit tosa eisini um, at Frihedsbrevet hevur kært ein løgreglumann fyri eina óhóska...
Mar 21, 2025•11 min•Season 1Ep. 81
Hetta er seinasti ókeypis parturin av Frímælt. Vilt tú hoyra Frímælt framyvir, mást tú tekna hald. Tað gert tú á Frihedsbrevet.fo og trýstir á Verð limur. Velur tú Mánaðarhald, so fært tú fyrsta mánaðin fyri hálvan prís, um tú skrivar Frímælt í teigin Avsláttarskipan. Í Frímælt hesa ferð venda vit talk of the town, sum er kjakið, ið kom av kjalarvørrinum av umstrídda innslagnum í sendingini Vikuskifti í Kringvarpi Føroya, sum Leivur Thomsen gjørdi um konsertina Femininomen, ið fekk Mariannu Naga...
Mar 14, 2025•1 hr 35 min•Season 1Ep. 80
Hetta er næstseinasti parturin av Frímælt, sum er ókeypis. Ein ókeypis partur kemur fríggjadagin 14. mars. Eftir tað ber bara til at hoyra Frímælt, um tú heldur Frihedsbrevet. Femifagnaður er hesa vikuna, Kvinnudagur er leygardagin 8. mars og tað fyllir nógv henda partin, har vit eisini nema við søgurnar á Landssjúkrahúsinum og sexsjikanu har, og murtamyndirnar, sum borgarstjórin í Sunda kommunu hevur sent kvinnum, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri. Vit tosa eisini um onnur tiltøk, sum eru, og s...
Mar 07, 2025•1 hr 41 min•Season 1Ep. 79
Opið stríð hevur tikið seg upp millum Steintór Rasmussen, tónleikara, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í Kringvarpi Føroya, nú Spæl føroyskt vika er og Ársins útvarpshitt skal veljast. Stríðið byrjaði sum ein tráður á Facebook, flutti seg inn í sendingina Skratsj í almenna Kringvarpi Føroya og síðani í sendingina Komið øll við hjá privata miðlinum Norðlýsið. Vit hyggja nærri at hesum, at Spæl føroyskt vikuni og FMA, har tey hava kunngjørt, hvørji eru í uppskoti at vinna virðislønir til tilt...
Feb 28, 2025•1 hr 25 min•Season 1Ep. 78
Hallur av Rana er journalistur í Kringvarpi Føroya, men hann er eisini sonur Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, sum fólk elska - og elska at hata. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, hvussu tað er at vera barn hjá einum politikara. Tað gera vit, tí hetta tosa Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal um í nýggja poddvarpinum hjá Fólkaflokkinum, sum eitur Fólkapoddurin. Vit tosa eisini um PAZ, nýggju matstovuna hjá Poul Andriasi Ziska, sum letur upp mitt í Havnini í apríl. Poul Andrias Ziska vitjar Frímæl...
Feb 21, 2025•1 hr 34 min•Season 1Ep. 77
Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar Frímælt, nú hon skal vera við í danska Melodi Grand Prix, og vit fara við henni aftur um leiktjøldini, nú tað eru tvær vikur til, at sangkappingin verður í danska sjónvarpinum. Vit tosa eisini um, hvat hendir við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, á TikTok. Er tað eitt gott hugskot ella eitt stórt sjálvmál. Dómarnir í Føroya rætti um brot á §266b verða eisini viðgjørdir, eins og málið um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum eisini verður vent - hesa ferð í framhal...
Feb 14, 2025•1 hr 49 min•Season 1Ep. 76
Falskir føroyskir málningar eru eitt fyribrigdi, sum kann kosta tær dýrt. Í øllum førum eru tað fleiri dømi um, at eitt nú málningar eftir S. J. Mikines verða eftirgjørdir og síðani settir til sølu. Hetta venda vit í Frímælt hesa ferð, har vit eisini tosa um Jóhan á Plógv Hansen, Bianca Censori, Kanye West og sexismu á Landssjúkrahúsinum. Gestir hesa ferð eru Bjørt Lind, sexologur og sálarfrøðingur, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Finnur Koba, journalistur í Kringvarpi Føroya. Vertur er Ró...
Feb 07, 2025•1 hr 39 min•Season 1Ep. 75
Vit eru við beinleiðis úr Nólsoy, tá sjórænararnir koma í land og verða fagnaðir, eftir at teir komu aftur úr Føroya rætti uttan nakra revsing. Durita Fagradal Augustinussen er á staðnum og greiðir frá í Frímælt. Vit venda eisini forfólkaumfarinum, sum var í sjónvarpinum týskvøldið - tí semjan er bæði stór og breið, men er hon meiri ítøkilig enn tað, at mann er samdur um at vera samdur? Og so runda vit av við Gev mær tínar pengar, poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet, har síðsti partur í sesong II ...
Jan 31, 2025•1 hr 14 min•Season 1Ep. 74
Frímælt hesa ferð snýr seg burturav um Donald Trump og fylgjurnar av, at hann er vorðin forseti. Vit royna at finna ein føroyskan Trump, Trumpsk rák í Føroyum og spyrja, um Trump ikki er hann, sum kann tryggja Føroyum loysingina? Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Jan 24, 2025•1 hr 9 min•Season 1Ep. 73
Í Frímælt hesa ferð fylgja vit bæði Studio Bloch, Maggies og Konditarínum til jarðar. Og so burdu joggingbuksurnar, føroyski tjóðarbúnin, eisini verið jarðaðar, men tær liva sítt lukkuliga lív og stórtrívast í Føroyum. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Mikael Blak, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Jan 17, 2025•1 hr 22 min•Season 1Ep. 72
Tað ganga nakrar serligar søgur um Elsu Berg, sum er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hesar venda vit í Frímælt, umframt at vit eisini tosa um eitt óvanligt samgonguskjal í Sunda kommunu, eina óvanliga vitjan í Grønlandi og óvanligar lýsingar av matinum á matstovuni Ræst. Gestir eru Mikael Blak, tónleiki, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Jan 10, 2025•1 hr 24 min•Season 1Ep. 71
Hetta er ein serútgáva av Frímælt, har vit saman við redaktiónini á Frihedsbrevet hyggja aftur á árið, sum hevur verið. Hvørjar vóru størstu søgurnar hjá Frihedsbrevet? Hvat gott kom Kringvarpið við? Hvørjar vóru mest óvæntaðu søgurnar og hvørjar vóru litríkast? Vit venda eisini góðum tónleikaupplivingum, filmum og mati. Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Ró...
Dec 26, 2024•1 hr 33 min•Season 1Ep. 70
Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú løgtingið fór í jólafrí mikukvøldið. Hetta verður gjørt við at draga fram politikarar, sum hava gjørt vart við seg fram um aðrar. Eisini gera vit eitt legg á flogvøllin, har TAKS tekur í móti ferðafólki og kannar, um hesi hava ov d...
Dec 20, 2024•1 hr 31 min•Season 1Ep. 69
Dagsins partur av Frímælt bjóðar eina vánaliga søgu frá Rólanti, sum Rannvør í øllum førum ikki tímir. Lukkutíð eru aðrar, góðar søgur, sum millum annað snúgva seg um jólini í Afrika, jólagávur og jólastress. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Dec 13, 2024•1 hr 9 min•Season 1Ep. 68
GG! Ljóðið gleppur av og á, tað harmast vit. Í Frímælt hesa ferð ber til at hoyra, hvat tað var, sum gjørdi, at stjórin í Kringvarpi Føroya endaði við at missa starvið. Vit tosa eisini um hetta málið, sum fólk ikki eru á einum máli um - og tó. Vit byrja tó við at hava hondbóltsfepur, gera eitt legg til Qatar, hyggja eftir tveimum frálíkum føroyskum dokumentarum, fara til jólaborðhald og tosa um eina kvinnu, sum vil hava sína rødd aftur. Gestir eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Andrias Høgenni...
Dec 06, 2024•1 hr 43 min•Season 1Ep. 67
Hetta er partur nummar 100 av Frímælt, sum kemur út. Hetta verður hátíðarhildið við brúsandi víni og víni uttan brús í Rødder & Vin hjá Sólfinni Danielsen á Ravnsborggade í Keypmannahavn. Vit tosa kappbjóðingina, sum fer fram millum føroyskar festivalar í hesum døgum. Vit tosa um list av ymiskum slagi, bæði hjá Lailu Mote, Marco Evarissti og Marius DC. Vit tosa um Maggies og so runda vit Fólksins rødd av í Kringvarpi Føroya. Gestir eru Laila Mote, listakvinna, arkitektur og grafikari, Anna S...
Nov 29, 2024•1 hr 21 min•Season 1Ep. 66