Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum. Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp. Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya Tele. Og so spyrja vit, hví Ingmar ikki slapp víðari í fyrsta umfari av Sement, sum var farna vikuskif...
Apr 19, 2024•1 hr 17 min•Season 1Ep. 35
Frímælt viðger, hvørjir politikarar hava staðið seg best í løgtinginum hetta valskeiðið, tí Heri Wang Danielsen hevur gjørt eitt yvirlit, har hann kemur við sínum topp-fimm lista. Vit skifta eisini orð um nýggja poddvarpið hjá Frihedsbrevet, Hevur tú hoyrt? , sum er ein samrøða við Amaliu Danielsen, sum nógv hava eina meining um. Umframt tað tosa vit eisini um ríkisrættarligu støðu Føroya og um tey tíggju flóttabørnini, sum eru komin til Føroya uttan foreldur ella fylgjara. Heri Wang Danielsen, ...
Apr 12, 2024•1 hr 11 min•Season 1Ep. 34
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er við í studio, har hann borðreiðir við eini heilt serligari dessert, sum tey arbeiða við til matarskránna á KOKS í Grønlandi. Hann greiðir eisini frá upplivingunum og avbjóðingunum har, og um hvat hendir við KOKS seinni í ár. KOKS er ikki einasta serføroyska íkastið til dagsins part, har vit eisini skifta orð um tónleikabólkin Hamferð, sum megnar at spæla tungmálm og vera hámentan um leið - hvussu hongur tað saman, spyrja vit Niels Una Dam. Og so flyta ...
Apr 05, 2024•1 hr 18 min•Season 1Ep. 33
Hvat hendir hjá mongu útisetunum, nú savningarmiðdepilin, barrin og klekingarmaskinan Skarv letur aftur? Tónleikarin og poddvarpsverturin í Súrligum nætum, Bárður Petersen, sum var á Skarv leygarkvøldið, kemur við eini feskari dagføring. Jóannes Bjartalíð fortelur norskum miðlum um sín rúsevnistrupulleika, men hvørjar afturmeldingar fær hann sjálvur? Vit ringja til Norra og tosa við høvuðspersónin. Harumframt venda vit eisini orðalagið í løgtinginum, útmeldingina hjá nýggja próstinum og kendisli...
Mar 28, 2024•1 hr 9 min•Season 1Ep. 32
Tað hevur prutlað undir lokinum leingi, men í dag verður avdúkað, hvørji føroysku powerpørini eru. Vit venda eisini traktortreffinum á Vaglinum fyrr í vikuni, tá Føroya løgting fór lukta so illa, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr. Vit venda eisini lógini um abort, sum kemur fyri tingið í dag, fríggjadagin, og bankarnir fáa eisini eina heilsan við á vegnum, nú teir ríka seg upp og presentera eitt stórt yvirskot fyri og annað eftir - eftir skatt væl at merkja. Gestir eru Bárður Dal Christiasen, ar...
Mar 22, 2024•1 hr 6 min•Season 1Ep. 31
Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar? Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið eitt hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir. Gestir ...
Mar 15, 2024•1 hr 7 min•Season 1Ep. 30
Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne? Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi...
Mar 08, 2024•1 hr 10 min•Season 1Ep. 29
Vit venda nógv umrøddu søguna um Johan Dahl, sum verður lagdur undir at hava gjørt eina kvinnu við barn - eitt mál, sum er meldað til løgregluna. Vit tosa um, at Frímælt er tikið upp á tingsins røðarapalli og spurningur settur út frá tí. Vit venda eisini The Greatest Night in Pop á Netflix, um løgtingsfólk, sum bara vrøvla og nerta við listan við powerpørum. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur ...
Mar 01, 2024•1 hr 1 min•Season 1Ep. 28
Nógv umrøddi kendislistin hjá Frímælt verður endurskoðaður og eitt nýtt navn verður vigað. Ein annar listi, sum eisini hevur verið endurskoðaður, er listin av fólkum og síðum, sum Løgmansskrivstovan fylgir á Instragram. Vit runda eisini Ríkisrættin, kríggið í Ukraina og hysteriskar keypmannahavnaratýpur. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Feb 23, 2024•59 min•Season 1Ep. 27
Hvat hava Bill Justinussen, ein øl, sum er 6,66 prosent og B36-varpið í felag? Svarið er, at hesi verða øll vend og viðgjørd í nýggjasta partinum av Frímælt, sum eisini rundar Spotify, sum so smátt er farið at strika føroyskan tónleik, sum verður lítið spældur. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og vertur í Verkavarpinum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Feb 16, 2024•1 hr 13 min•Season 1Ep. 26
Frímælt hevur ekslusivt fingið samrøðu við ein biltjóv, sum stjól ikki færri enn tveir bilar herfyri. Hoyr hvør tað er og hví hann stjól bilarnar. Jan Vestergaard avdúkar breaking news í poddvarpinum, sum annars er um sex, Instagram-profilin hjá Løgmansskrivstovuni, Super Bowl og val av øllum møguligum slagi. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener ...
Feb 09, 2024•1 hr 29 min•Season 1Ep. 25
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um ein týskan sang, sum ljóðar væl, men hvørs tekstur ikki endiliga er serliga hondbóltsligur. Vit tosa um skannaran í Klaksvík, har fíggjarligi høvuðspersónurin ráðførdi seg við konuna, áðrenn avgerðin var tikin - og so tosa vit um føroyskan dans, gongd í haga og Bacalao. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy inform...
Feb 02, 2024•1 hr 10 min•Season 1Ep. 24
Vit venda tíðindunum um, at Janus Wiberg Mortensen skal á Eurovision, sjálvt um hann hevur sagt, at tað ætlar hann sær ikki. Lena Anderssen gevur út nýggja plátu í dag, har hon millum annað hevur samstarvað við Geoff Emerick, ið áður hevur arbeitt saman við eitt nú The Beatles, Elvis Costello og Kate Bush. Vit tosa um Lenu og hvat hetta er fyri ein pláta, hon hevur givið út. Og so fara vit í kirkju við óuppdrignum næmingum, sum ikki duga at ganga í kirkju. Ella er tað tað, sum er problemið? Gest...
Jan 26, 2024•1 hr 3 min•Season 1Ep. 23
Er tað at skjóta spurvar við kanónum, tá løgreglan eftir innbrot í Listasavn Føroya, fer alment út og eftirlýsir ein mann við eini mynd? Er tað í lagið, at pensjónsaldurin skal hækka - og hví tosar eingin um tað? Og hvørjar eru bestu seriurnar nakrantíð? Tað eru evnini í Frímælt hesa ferð, sum enn er eitt sindur rakt av fepri - hondbóltsfepri. Gestir eru Leivur Frederiksen, fyrstilærari á skúlanum á Velbastað, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waa...
Jan 19, 2024•1 hr 11 min•Season 1Ep. 22
Kensluborið og lívligt kjak hesa ferð, nú sálarheilsan hjá monnum varð sett undir luppin. Tí menn hava veruliga ein stóran trupulleika: sálarheilsan er vánalig og tað er alvorligt. Tað er tað eisini at taka eina abort, sum vit sjálvandi eisini tosa um. Og so er ein annar spurningur, um tíðin er farin frá objektivum journalistum? Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Gentuvesinum í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarps...
Jan 12, 2024•1 hr 22 min•Season 1Ep. 21
Frímælt loftar eisini nýggjasta festivalinum, Okkara Land, sum verður í summar og sum BARA verður fyri vaksin. Vit tosa um hondbóltsharrarnar, sum ikki ætla sær einki, vit tosa um nýggjastu røðina hjá Frihedsbrevet, sum er um føroysk børn, ið eru send á kostskúlar - og tað er ikki lukkuligt, tað, sum verður fortalt í røðini. Eisini viðgera vit boðini um, at Drotning Margretha takkar fyri seg - og hvussu føroyskir politikarar royndu at gera politikk burtur úr boðunum frá drotningini og vantandi b...
Jan 05, 2024•59 min•Season 1Ep. 20
Vit hyggja aftur á hæddarpunktini, sum 2023 hevði at bjóða, tá tað kemur til tíðindi, politikk og tónleik. Hvat var besta konsertin í 2023? Hvør var besta bókin? Hvørjar vóru størstu søgurnar? Alt tað tosa vit um í hesum Nýggjárspartinum av Frímælt. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og kaffimanager, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Dec 29, 2023•1 hr 32 min•Season 1Ep. 19
Vit tosa um Erling Eidesgaard, sum harmast um, at hann samanbar ríkisveitingina úr Danmark við sleikisneisina, hjá einum pedofili. Erling meinti ikki pedofil, hann meinti barnalokkari. Vit tosa eisini um Beautivarpið og í hvønn mun, at ungdómar skulu sleppa at tosa sum tey gera í Kringvarpi Føroya. Og so venda vit eisini eitt álvarsmál, sum var fyri í Føroya rætti í vikuni. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivur Frederiksen, fyrstilærari í skúlanum á Velbastað og miðlafólk í Televarpinum, Su...
Dec 22, 2023•1 hr 6 min•Season 1Ep. 18
Vit venda politisku støðuni - og tað er ikki við mýkindum - og so undrast vit á, hví so nógvir politikarar hava sum hjástarv at vera stand-up-arar og undirhald til jólaborðhald í hesum døgum. Eisini hevur Frihedsbrevet fingið sín egna sang, sum verður spældur í hesum 51. partinum av Frímælt. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Durita Fagradal Augustinussen, samfelagsfrøðingur og journalistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio....
Dec 15, 2023•1 hr 1 min•Season 1Ep. 17
Frímælt rundar part nummar 50 - og tað ger Frímælt í Danmark. Tí tosa vit nógv um politikk á Christiansborg, tí Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance er gestur. Ein onnur orsøk til tað, er, at fyrrverandi politiski journalisturin á Christiansborg, Kaj Joensen, eisini er gestur. Hann er í dag kunningarráðgevi hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg og hevur tí eitt innlit í tað, sum fyriferst har, sum fá onnur hava. Vit tosa eisini eitt sindur um røðuna hjá Jenisi av Rana til landsfundin hjá Miðfl...
Dec 08, 2023•1 hr 10 min•Season 1Ep. 16
Tveir av journalistunum í Frihedsbrevet vóru nevndir á einum møti hjá Nardus í november. Hvørjir teir eru, er at hoyra í hesum partinum, har vit eisini hoyra, hvør Torkil Mortensen var. Tað var nemliga Torkil Mortensen, sáli, sum hevði keypt stóran part av Mykines-málningunum, sum einkjan Birte Schultz-Lorentzen nú lat Listasavni Føroya. Hesum greiddi vinmaður hansara, Erling Eidesgaard, frá í Frímælt. Vit tosa eisini nógv um tónleik og koma við ymiskum viðmælum. Í partinum verður lovað, at viðm...
Dec 01, 2023•1 hr•Season 1Ep. 15
Hvat hendi í rættinum týsdagin og mikudagin, tá málið um Mikkjal Thomassen var fyri? Tað veit Rólant Waag Dam, sum fylgdi rættarmálinum. Hvat var tað, sum hendi, tá føroyski tjóðsangurin varð sungin í Albania mánakvøldið? Tað veit Klæmint Olsen, sum royndi at syngja við. Vit tosa við Klæmint um løtuna, tá menn fóru at smílast - og so spyrja vit Sunleif Rasmussen, tónaskald, um talan var um góðan sang. Vit skifta eisini orð um amerikanska forsetan, sum gjørdist 81 ár í vikuni. Um politisku kreppu...
Nov 24, 2023•1 hr 9 min•Season 1Ep. 14
Vit hava nýtt um Nardus í hesum partinum av Frímælt. Samkoman, sum fá ella eingin visti um, áðrenn hon kom í andglettin í norskum miðlum og Frihedsbrevet fór at gera greinar um føroysku deildina. Vit tosa eisini um uppsagnirnar í Kringvarpi Føroya og hvussu tað rakar stovnin. Vit hava eisini timburmenn og tosa um dýrt vín. Tí kundi tú hugsað tær eina fløsku av víni fyri 55.000 krónur? Ella hvussu við 185.000 krónur? Tað fært tú á Søllerød Kro, sum er kosið at hava besta vínkjallara í danska kong...
Nov 17, 2023•1 hr 14 min•Season 1Ep. 13
Frímælt ruddar møguligar misskiljingar av vegnum um ein sang, sum koyrir sína sigursgongd á netinum í hesum døgum, meðan gestirnir og verturin siga sína hjartans meining um lagið. Vit tosa eisini um eina heilt serliga samkomu í Føroyum, sum Frihedsbrevet hevur varpað ljós á við greinum og poddvarpi hesa vikuna, umframt at vit eisini hoyra ljóðbrot úr einum møti, har ein elstibróður talar. Eitt annað evni er ein serlig røða, sum listamaðurin Ole Wich helt í sambandi við, at ein framsýning við hon...
Nov 10, 2023•1 hr•Season 1Ep. 12
Nýggjasti maðurin við borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue, har Frihedsbrevet húsast í Havn, fortelur um Iceland Airwaves, har hann hevur spælt fyri Björk og verið til after party við Sigur Rós. Tað ger hann, tí Iceland Airwaves er um vikuskiftið, har fýra føroyskir bólkar spæla. Tað er ikki nóg mikið og ikki nóg gott, tá fjølmiðlar kalla Ruth Vang fyri Ruth. Fornavn og eftirnavn, takk, sigur eitt samt pallborð - ella næstan samt. Vit skifta eisini orð um kvinnustørv, sum eru fyri va...
Nov 03, 2023•1 hr 6 min•Season 1Ep. 11
Visti tú, at løgreglan eina ferð ringdi til Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og bjóðaði honum politiverju? Hesa søguna fáa tit hesa ferð, Tobbi greiðir sjálvur frá hendingini. Vit venda eisini rúsdrekkalógini, sum als ikki er tað ynskið, sum vinnan hevði, men sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður annars vil vera við. Tí í veruleikanum er talan um eina herðing - hoyrið hví. Annars er tað eitt sindur av Ísrael, Eivind Jacobsen og Tórshavnar Manskór - og sjá...
Oct 27, 2023•1 hr 5 min•Season 1Ep. 10
Amatøroyar vóru tvey ár frammanfyri Frihedsbrevet, tá teir í 2021 koyrdu breaking news upp á Frants Jensen, sum tá eins og nú var formaður í Ísrarealsmissiónini. Hvat bleiv av virðislønini til ungt listafólk, sum Jenis av Rana varð so nógv hartaður fyri ikki at lata? Hvussu verða vit eldri - og hví eru ávís støð í heiminum, har fólk liva longri? Í Frímælt hesa ferð koma vit víða um. Netflix-røðir, Russlandsavtalur og virtuellir influensarar eru eisini millum evnini. Gestir eru Durita Fagradal Au...
Oct 20, 2023•1 hr 12 min•Season 1Ep. 9
Í hesum partinum tosa vit um at slikka fisu - bæði í løgtinginum og í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um David Beckham og nýggju røðina á Netflix, um Claudia Goldin, sum hevur vunnið virðisløn Nobels sum bara triðja kvinnan í røðini - og so venda vit eisini syndarliga stríðið millum Ísrael og Palestina. Dagsins gestir eru Leivur Frederiksen, miðlafólk í Televarpinum, Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur og samskipari í Samtaki, og Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur og lærari á Glasi. Ver...
Oct 13, 2023•1 hr 1 min•Season 1Ep. 8
Danska TV2 hevur gjørt eina stuttrøð um abortviðurskiftini í Føroyum, men er talan um annað enn abortguff fyri danskarar? Vit tosa eisini um, at ein LGBT-persónur varð álopin í Reykjavík í sambandi við eina LGBT-ráðstevnum, sum var har - og at LGBT-persónar í Føroyum eisini eru fyri ógvusligum ágangi, hóast tað ikki verður tosað so hart um tað. At enda í poddvarpinum krýpur Rólant til krossin og viðgongur, at hann er Michael Learns To Rock-fjeppari - og so kemur fram, at tað er ein føroyingur, s...
Oct 06, 2023•1 hr 16 min•Season 1Ep. 7
Hevur tú hoyrt søguna um Bandidos-rokkaran og gangstaran, sum snýtti nakrar føroyskar vinnulívsmenn? Hana fært tú í Frímælt hesa ferð, umframt at vit tosa um støðuna hjá heimleysum í Havn og neyðtøkuákærurnar mótvegis bretska sjónleikarinum og miðlamanninum Russel Brand. Gestir eru Elisa Vang, poddvarpsvertur og stjórnmálafrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information....
Sep 29, 2023•1 hr 2 min•Season 1Ep. 6