43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu - podcast episode cover

43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

Jun 14, 20241 hr 14 minSeason 1Ep. 43
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt.

Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar til Toppen af poppen á TV2.

Men eisini í Føroyum hevur Claus Antonsen uppført seg illa og traðkað fleiri føroyskar tónleikarar á tærnar.

Mads Brügger, Fótbóltsprát og ein søguligur býtúrur hjá einum fyrrverandi føroyskum landsliðsvenjara eru eisini millum evnini í dagsins sending.

Gestir eru Rói Berg Hansen, hondbóltsspælari, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.

Vertur er Rólant Waag Dam.

See omnystudio.com/listener for privacy information.

For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android