Also - podcast cover

Also

Kringvarp Føroyakvf.fo
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í. Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað. Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt! Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Also: Konan er ikki eitt barn

Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var eisini á einum máli um at siga kortanei til valsvik, men tey vóru ósamd um, hvussu nógv man skal avmarka sínar dreymar og síni ynski av umhvørvisávum. Í seinasta Also-panelinum á hesum sinni eru Símun Gullaksen, Dánjal Samuelsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

Jun 08, 201959 min

Halt fram við at skriva og ringja

Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes Joensen, Ásu Andreasen og Janusi Poulsen. - Halt fram við at skriva og ringja, men følir tú, at bara tú ert áhugað í at halda sambandið við líka, so skalt tú kanska umhugsa at gevast, svaraði panelið. Umfra...

Jun 01, 20191 hr 2 min

Also: At velja kyn er óetiskt!

Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at ferðast saman við familju longur, tí tey vaksnu skeldast so illa, og frá ungari kvinnu, sum heldur, at vermamman vitjar sonin alt ov nógv. Í panelinum hesaferð eru Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Jóngerð Nielsen og Rudolf Joensen

May 25, 201958 min

Tosa við foreldrini um tað

Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur. Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva millión krónur, sum hann ætlaði at brúka uppá seg sjálvan heldur enn alla familjuna. Tey vóru tó samd, tá ein sms-spurningur kom um starvsfelagan á røktarheimi, sum var vinarlig móti teimum avvarðandi og te...

May 18, 20191 hr

Also: Tú ert tann vaksni!

Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vita av honum longur. Tvístøðan snýr seg um ein málning frá einum góðum vini, og sms-spurningurin er um eina trampolin. Í panelinum hesaferð eru Turið Horn, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus

May 12, 201955 min

Sig við kundan, at tit stongja

- Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanligar her, og tað áttu tær kanska at verið. Tað var svarið hjá Also-panelinum til eitt starvsfólk í einum handli, sum troyttaðist av kundum, sum ofta kemur í handilin beint fyri afturlatingartíð. Og sum ikki skilir, at tá handilin stongir klokkan 22 á kvøldi, so er tað klokkan 22 og ikki klokkan 22.30...

May 04, 20191 hr 1 min

Also: Tit mugu bíta tað í tykkum!

- Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við. Annars snúgva evnini hesaferð seg um, hvat man skal gera, tá man heldur ommubørn tosa ov ljótt og niðurgerandi við eina ommu, og tvístøðan snýr seg um at læna pengar út til eitt endamál fyri síðan at finna útav, at teir møguliga verða nýttir til nakað heilt annað. Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og Símun ...

Apr 27, 201959 min

ALSO: Skal maður við í bindiklubb?

Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst. Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, sum kanska fór um mark? Hesir spurningar eru millum teir, sum panelið svarar hesaferð. Í panelinum eru Henrik Old, Durita Nolsøe og Rudolf Joensen

Apr 13, 201956 min

- Far um makin ikki virðir teg

Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan. Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í Also-panelinum í morgun, Turið Horn, Bergur Debes Joensen og Petrina Berg á Lag taka støðu til í dagsins sending. Eisini fingu tey eina tvístøðu, sum í dag snúði seg um aktiva deyðshjálp, at taka støðu til, o...

Apr 06, 20191 hr 4 min

Also: Hon geldir hann!

Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar hansara. Eitsini viðger panelið bræv frá einari ungari ommu, sum suffar um, at børn og ommubørn ikki dáma matin, sum hon borðreiðir fyri teimum, eftir at hava gjørt sær stóran ómak. Í kjakfúsa panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Katrin Kallsberg og Sofus Hansen

Mar 30, 201953 min

Lat dreingin binda

Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum. Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Eiler Fagraklett samd um í morgun. Hundaeigarar hava skyldu til at taka upp eftir djórunum, tá tey gera burtur av sær á almennum økjum, men tað eru ikki øll sum minnast ta skylduna. Ein annar spurningur var, um dreingir skulu binda ella um teir skulu gera "dreingjating" og ge...

Mar 23, 20191 hr 1 min

ALSO: Maðurin skal føra!

Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum. Annars verður eisini komið kring spurningar sum hvat er at gera, tá tú skalt verja nýføðingar móti børnum, sum ikki eru koppsett, og hvat tú gert, hittir tú ein bilførara aftur, sum var sera óhøviskur í ferðsluni. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Ása Andreasen og Dánjal Samuelsen

Mar 16, 201959 min

Far víðari til næsta starvsmøguleika

Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also-panelið. Og svarið, sum tey høvdu at geva umsøkjaranum, sum ikki fekk starvið, tí hann ikki hevði alt tað, sum arbeiðsgevarin sóknaðist eftir, var, at viðkomandi skuldi gloyma hatta starvið og royna okkurt annað. Í dag skuldi Also-panelið eisini fyrihalda seg til spurningin um, hví kvinnur brúka so langa tíð á vesinum um morgunin, um...

Mar 09, 201959 min

Also: Finn tær hjálp!

Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til. Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning: At fara í brúdleyp ella at fara til konsert. Eisini verður spurt um, hvat ein pápi til eina 18 ára gamla gentu skal gera, nú gentan er sera úrlatin á Instagram, har vinir pápans viðmerkja og dáma. Og hvat halda Turið Horn, Símun Gullaksen og Katrin Petersen um at frekir filmar verða tiknir upp í f...

Mar 02, 201959 min

Tú skalt einki siga

Spurningarnir til Also-panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskubit um, at hon hevur verið við síðuna av, við tí úrsliti, at maður hennara ikki eigur elsta barnið. Kvinnan vil vita, um hon skal siga tað við mannin, at hann ikki eigur elsta barnið, ella um skal tiga. Hoyr alla Also-sendingina her.

Feb 23, 20191 hr 1 min

Also: Ikki uppfinna trupulleikar

Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga okkara vísu panelluttakarar. Eisini er eitt bræv frá einari kvinnu, sum hevur mist seg sjálva burtur, tí maðurin hevur verið ótrúgvur, ein tvístøða um børn og ítrótt og ein sms-spurningur um heimabúgvandi børn, sum eru vorðin 18 ár. Skulu tey taka lut og skulu tey rinda fyri uppihald? Í panelinum hesa...

Feb 16, 201956 min

Also: Hví skal hann vera romantiskur?

Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin. Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X-faktor - sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at syngja? Tvístøðuna vóru tey ikki samd um í panelinum. Er tagnarskylda relativ? Er okkurt sum man burdi sloppið at tosa um, meðan annað er meira privat? Hetta spyr lurtari, men panelið er ikki til at vika: ...

Feb 09, 201958 min

Tit mugu finna tykkara egna

Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum? Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdóttir og Janusi Poulsen, ikki. Tey halda, at systurin má góðtaka, at beiggin býr heima. Og klárar hon ikki tað, má hon finna sær okkurt annað at búgva í. Eisini skuldi panelið í morgun taka støðu til ein granna, sum kyndir upp og á tann hátt órógvar grannarnar, sum ikki tola roykin so væl. Hoyr alla Al...

Feb 02, 20191 hr

Abbin skal stuðla sínum

Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark. Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jennifer Brockie Hansen og Høgni Heinesen skuldu taka støðu til í Also í dag. Hoyri alla sendingina her.

Jan 26, 20191 hr 1 min

Also: Ikki líta aftureftir!

- Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra. Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, men sum als ikki tímur. Tvístøðan hesaferð er um, tá damur koma upp í leikin og broyta siðvenjur millum vinir, meðan sms-spurningurin er frá einum abba sum spyr, hví vit ikki eisini kanna bragdarhug og áræði hjá okkara ungdómi í skúlanum, heldur enn, um tey stríðast við ótta. Í panelinum eru Rudolf J...

Jan 19, 201959 min

ALSO: Latið mannin fáa frið!

Annars snýr sendingin hesaferð seg um eina unga kvinnu, sum er flutt saman við einum manni fyri fyrstu ferð, um hvat tú skalt gera, tá makin tekur uppá í vekt, og um ein starvsfelaga, sum bindir til arbeiðis, so onnur mugu renna skjótari. Í panelinum hesaferð eru Malan Eyðunsdóttir, Jana Mortensen og Símun Gullaksen

Jan 12, 201959 min

ALSO: Eingin rørir hárið hjá Janusi

Brøvini eru frá einari mammu, sum er bangin fyri, at hon heldur ov fast í 16 ára gamla soninum, og frá einari kvinnu, sum er hørm um, at arbeiðsplássið er so klikut. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Jóngerð Nielsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

Jan 05, 201958 min

Sofus: Hví hava tey ikki ringt til mín?

Tað var eitt sera væl svingandi panel, sum sat kring grøna Also-borðið ídag. Tey trý, Katrin, Hendrik og Sofus vóru umsíður saman aftur í Also og tað vóru tey stak væl nøgd við. Tað gekk eisini væl, tá tey svaraðu brøvum og sms-spurningum frá lurtarum. Hoyr sendingina her.

Dec 29, 20181 hr 2 min

Andras: Handan konan er simpulten for óinteressant

Ein kona hevur fingið nokk av manninum, sum brúkar alla sína tíð frammanfyri telefon ella telduskýggjanum. Onnur kvinna er ill, tí maðurin keypir sínum børnum sera dýrar jólagávur, meðan hennara fáa nógv minni, ein eks er kedd, tí henni verður noktað atgongd til tiltak har gamal unnusti er, og so spyr ein pápi, um tað er ábyrgdarleyst at drekka eina øl, tá hann er einsamallur heima við sovandi barni. Hoyr sendingina her.

Dec 22, 20181 hr 5 min

Also: Tveit ikki barnið úr songini

Er menn meira forkelaðir enn kvinnur? Tað vil ein kvinnuligur lurtari fegin hava panelið at svara uppá, tí maðurin fer heim til mammu sína við børnunum, hvørja ferð hon fer av landinum, meðan eingin bjóðar henni nakað sum helst, tá hann er burtur. Tvístøðan snýr seg um at siga frá, tá tú av óvart buglar ein annan bil, og sms-spurningurin snýr seg um miðlar, myndafrásøgnir og rættin til privatlív á festivalum. Í panelinum hesaferð Durita Nolsøe, Allan Dalsgarð og Rudolf Joensen.

Dec 15, 201859 min

Katrin: "Eg eri "guilty as charged!"

"Eg má flenna nú, tí hatta er akkurát eg. Har eri eg, sum man sigur "Guilty as charged", tí eg brúki altíð míni foreldur". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg til brævið, har lurtari spyr, um pensionistar ikki skulu hava frið, og ikki bara ansa teirra ommu- og abbabørnum. Hini brøvini eru um eina mammu, sum letur sonin bíða í bilinum, meðan hon fer í ein handil, og eina unnustu, sum hyggur í fartelefonina hjá sjeikinum. Tvístøðan er um nakrar starvsfelagar, sum hava valt at geva hvørjum øðrum jólagá...

Dec 08, 20181 hr 1 min

ALSO: Facebookvinur við eina eks?

Tey í panelinum eru als ikki samd, tá tað snýr seg um eitt bræv frá einum manni, ið er so harmur um, at hann og konan ikki hava fingið børn. Hann heldur, at tey skulu kannast hjá læknanum fyri at finna útav, um nakað er galið, men konan sigur kortanei. Skal hann so fara frá henni, og finna sær eina, sum vil hava børn? Í tvístøðuni verður spurt, hvat tú hevði gjørt, um ein handverkari bjóðaði tær ein lægri kostnað fyri eitt arbeiði, um tú vildi gjalda honum pengarnar svart, og so viðger sms-spuri...

Dec 01, 20181 hr

- Kom yvir tað!

"Kom yvir tað, og ver glað. Tær mugu siga tað pent við hana". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg um eina kvinnu, sum framvegis fimm ár aftaná, at hon er frísk, framvegis tosar óavbrotið um sjúkuna. Bindiklubburin hevur nú fingið nokk. Ein persónur fær ikki havt sítt summarhús í fríð, tí viðkomandi verður kimaður niður av fólki, ið mangla stað at búgva í. Tvístøðan er frá manni, sum spyr um hann skal bera slatra hemmuligheit frá konuni fyri beiggja sínum, sum hendan hemmuligheit er um. Les meira um ...

Nov 24, 20181 hr 1 min

ALSO: Ein dagbók er ikki privat

Soleiðis spurdu vit í tvístøðuni hesaferð, og bæði meirlutin av panelinum og lurtararnir vóru samdir um, at tú kanst lesa í einari dagbók, sum tú finnur. Brøvini hesaferð eru frá einari kvinnu, sum ikki trívist tá maðurin er burtur, og frá einum manni, sum fann okkurt spennandi í bilinum, tá vinmaðurin hevði lænt bilin. Í panelinum: Eiler Fagraklett, Janus Poulsen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen

Nov 17, 201855 min

- Hann má bíta tað í seg!

"Hann má manna seg upp og bíta tað í seg!" Soleiðis sigur Høgni Heinesen um mann, sum saknar sína konu, nú hon brúkar nógva tíð saman við starvsfeløgum sínum. Seinna brævið er frá kvinnu, sum hevur funnið útav, at hennara vinkona hevur eina beiggja, sum vinkonan ikki veit av. Skal hon siga tað við hana? Tvístøðan er frá manni, sum spyr, um hann skal lata handli ein lut aftur, sum hann hevur fingið ov nógv. Hoyr alla sendingina her.

Nov 10, 20181 hr 2 min
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android