Also: Hví skal hann vera romantiskur?
Feb 09, 2019•58 min
Episode description
Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin.
Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X-faktor - sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at syngja? Tvístøðuna vóru tey ikki samd um í panelinum.
Er tagnarskylda relativ? Er okkurt sum man burdi sloppið at tosa um, meðan annað er meira privat? Hetta spyr lurtari, men panelið er ikki til at vika: Tagnarskylda er tagnarskylda.
Í panelinum hesferð: Henrik Old, Armgarð Arge og Durita Nolsøe
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
