Halt fram við at skriva og ringja - podcast episode cover

Halt fram við at skriva og ringja

Jun 01, 20191 hr 2 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes Joensen, Ásu Andreasen og Janusi Poulsen. - Halt fram við at skriva og ringja, men følir tú, at bara tú ert áhugað í at halda sambandið við líka, so skalt tú kanska umhugsa at gevast, svaraði panelið. Umframt henda spurningin, skuldi panelið eisini svara uppá spurningin um, hvat foreldur at einari 16 ára gamlari gentu, sum hevur fingið sær sjeik, sum áður hevur hevur tikið rúsevnir, skulu gera. Og tvístøðan í morgun var um eina kvinnu, sum í flogfari kom at sita undir liðini á einum heldur stórum manni, sum breiddi seg meira enn gott er. At enda svaraði panelið stutt uppá ein spurning um happing. Øssur Egholm var teknikari í morgun og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android