Annað brævið, sum vit hava fingið hesaferð, snýr seg um ein mann, sum heldur tað vera órættvíst, at gjaldið av barnapengum fer upp, tá man hevur góða løn, og hitt brævið er eitt neyðarróp frá einum pari, ið eru vorðin í so magelig. Tvístøðan setir spurningin, um man sigur nakað, tá man sær eina mammu geva einum illsintum barni ein brest í afturpartin. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Nov 03, 2018•1 hr 2 min
Dagsins brøv vóru í tí meira álvarsama endanum. Fyrra brævið snúði seg um pápa og dóttir, sum ikki hava samskift í longri tíð, og tað seinna snúði seg um vaksnar systrar, sum hava trupulleikar við einari ommu, sum er í so váttlig og sum eftir teirra tykki ikki er so fitt, sum hon kundi verið.
Oct 27, 2018•58 min
Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki? Eru gentur kaldari enn dreingir? spyr lurtarin víðari. Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey fingu ein 1000 kr seðil ov nógv útflýggjaðan í bankanum. Í panelinum hesaferð eru Rudolf Joensen, Allan Dalsgarð og Katrin Petersen
Oct 20, 2018•58 min
Lagið var gott, og panelið var sera væl upplagt at ráðgeva lurtarunum í dag. Evnini vóru: nær kunnu pappforeldur blanda seg í uppaling, hví fáa barnakonur so nógvar viðmerkingar um, hvussu stórar tær eru vorðnar, eitt lænt lummaur, sum eigarin ikki fær aftur og so sms- spurningar frá lurtarunum.
Oct 13, 2018•58 min
Men samstundis halda tey, at hann ikki skal lata hana búgva har uttan at gjalda leigu, tí fólk fara betur um, skulu tey gjalda fyri at búgva har. Hin spurningurin í dagsins sending var frá einari mammu, sum er um at flyta av landinum, tá hon fær frænir av, at fyrrverandi maðurin aftur er farin at drekka, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av tannáringasoninum. Umframt hetta, so vóru Ása Andreasen, Eiler Fagraklett og Janus Poulsen eisini við uppá ókendar spurningar sum tvístøðuna og sms spurnin...
Oct 06, 2018•1 hr 2 min
Longu í fyrstu Also-sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap. Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg.
Sep 29, 2018•1 hr 2 min
Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu- og mannfólkauppgávur. sms-spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í fótbólti, og hvørjum teir halda við. Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Petrina Berg og Barbara á Tjaldrafløtti
Jun 09, 2018•55 min
Ein gift kvinna er áhugað í nýggja og sjarmerandi grannanum, ein vil hjálpa vinkonu, sum er útsett fyri harðskapi av manninum, meðan ein triðja kennir seg trýsta at fáa sær børn, hóast hugurin als ikki er til staðar. Hoyr sendingina her.
Jun 02, 2018•1 hr 3 min
Hetta var ein av spurningunum, sum panelið fekk at taka støðu til í sendingini hesaferð. Eisini vóru spurningar um hvat er at gera, tá ein aktivur maður fær staðfest demens, og um at tað er trupult at fylgja við, tá onnur hava so nógvar pengar at ferðast og keypa fyri. Í panelinum hesaferð eru Leif Láadal, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen.
May 26, 2018•1 hr
"Kona vinmannin venur so nógv, at hon nú er alt vorðin alt ov kløn og líkist einum manni". Ein starvsfelagi luktar so illa, men ongin vil siga nakað við hann, og so hevur ein familja hug at blanda seg í eitt hjúnarband, har maðurin nærum verður hildin fyri gjøldur av konuni, sum ballast ov illa. Hoyr sendingina her.
May 19, 2018•1 hr 1 min
Ein gomul genta nassar upp á mammu sína, og hetta øsir systrina. Ein kvinna vil hava harðskap framdan av kvinnum mótvegis monnum á breddan, og ósemja er hjá silvurbrúðarpari, um hvør eigur at verða boðin til stóru veitsluna.
May 12, 2018•1 hr 2 min
At gera reglur fyri, hvussu fólk skulu nýta kirkjugarðar, er heilt burturvið, siga tey í panelinum, til spurning frá lurtara, sum spurdi um teirra hugsan. Tað er ikki í lagi, at frágreiðingar um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, ikki eisini í eins stóran mun umfata handaligar útbúgvingar, sum tær akademisku, og vikarar í fólkaskúlanum kunnu gott finna uppá okkurt annað enn at tendra ein film. Soleiðis sigur panelið um spurningarnar hesaferð.
May 05, 2018•1 hr 1 min
Ein sonur vil flyta, tí hann hevur fingið nóg mikið av sínum fosturpápa, ein granni, sum er í øðini, og heldur, at mark má vera fyri, hvat ein kann heingja á snórin fyri almannaeygu, og so plágar samvitskan ein mann, sum í fyllskapi hevur kyst konnuna hjá einum vinmanni. Ikki lættar tvístøður hjá panelinum at svara uppá, men tey megnaðu uppgávuna til fulnar. Hoyr sendingina her.
Apr 21, 2018•58 min
Sosiala samveran saman við vinunum er í høllini, men hesin lurtari hevur als ongan hug til at sparka, og hvussu ger man so, tá man vil hitta vinirnar? Annars snúgva spurningarnir seg um um hvat man skal gera, um varhugi er um, at ein starvsfelagi drekkur og um gentur og smyrsl, meðan sms spurningurin var um tað er fólkaligt at snýsa sær, meðan man situr á einari matstovu. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Ása Andreasen og Janus Poulsen.
Apr 14, 2018•58 min
Afturvendandi og ótolandi tiltøkini og innbjóðingarnar á Facebook, ein kvinna við vesipappíri um fótin, og ein ørkymlaður maður, tí konan hevur tikið 25 kilo uppá. Hetta eru nøkur av evnunum, sum panelið viðger í hesi sending.
Apr 07, 2018•1 hr 4 min
So avgjørd eru tey í panelinum til henda spurning, sum kom umvegis sms skipanina. Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um ein nærgangandi starvsfelaga, ein krevjandi stjóra og um konfirmatiónir ? nær fer man, og hvat gevur man. Í panelinum eru Simona Midjord, Katrin Petersen og Allan Dalsgarð
Mar 24, 2018•58 min
Annars vóru spurningarnir um man verður eydnusamur av at keypa list, ella um man ikki fær tað betri, um man gevur peningin til vælgerandi endamál, og um tað er ófólkaligt at siga frá, um onkur nýtir fartelefonir til kosertir og í biografi. Í panelinum vóru Dánjal Samuelsen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Eiler Fagraklett
Mar 17, 2018•55 min
"Hvussu kann hann longu vera farin víðari?" spyr ein eks-dama. "Eg kenni meg púra deyða fyri manninum, hann sær meg als ikki." Soleiðis sigur ein onnur, meðan ein maður spyr, hvussu tey kunnu hjálpa einum familjulimi, sum hevur tørv á hjálp, men ikki vil viðganga tað sjálvur. Soleiðis ljóða brot úr dagsins Also spurningunum.
Mar 10, 2018•1 hr 3 min
Ein maður, sum als ikki er til staðar heima við hús, tí hann konstant liggur við síni telefon. Ein kvinna, sum ilskast inn á materialismuna í dag, og so ein persónur, sum er um at kvalast av at síggja tilkomin støk renna í býnum og trola eftir fólki, sum longu eru í hjúnarbandi. Hetta eru evnini í dagsins sending.
Mar 03, 2018•58 min
Soleiðis sigur panelið við kvinnu, sum skrivar um vøkru ex-damuna, ið ringir, skrivar og senir nakinmyndir av sær til sjeikin. Hinir spurningarnir snúgva seg um gomul foreldur, og hvør skal taka sær av teimum, og um tað at børn ikki sleppa at vera sjálvstøðug, tí foreldur blanda seg uppí, og eru við til alt. Í panelinum helsaferð eru Jana Mortensen, Rudolf Joensen og Símun Gullaksen
Feb 24, 2018•59 min