Summarmorgun - podcast cover

Summarmorgun

Kringvarp Føroyakvf.fo
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Veðrið, status á Oyggjaleikunum, Russland hertekur Føroyar, vestanstevnan

Turið Poulsen sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið, Símun Christian Olsen letur okkum feskastu tíðindini av Oyggjaleikunum á Oyrknoyggjum, vit skifta orð við Andreas Krog um nýggju spenningsskaldsøguna Invasionen, har ið Føroyar verða hersettar av Russlandi, og vit tosa við Anju Magnussen um vestanstevnuna, sum verður í Sørvági um vikuskiftið. Tú kanst hoyra sendingina her!

Jul 18, 20251 hr 16 min

Ein stimitúr yvir á Blankskála við Uppsala Pætur og Eiriki á Húsamørk

Á varmakeldu varð nýggja áttamannafarið hjá Eiriki á Húsamørk - Uppsala Pætur, flotað. Endamálið við bátinum er at gera útferðir frá Leirvík til Blankskála á Kalsoynni, ið er tiltikið fyri góðan sólargang, samstundis sum streymviðurskiftini í Leirvíksfirði eisini gera túrin til nakað serligt. Umframt stimitúrin er ætlanin eisini at borðreiða við heimabakaðum breyði, bollum og føroyskum viðskera í fjósinum, ið er umbygt til endamálið, sigur kona Eirik, Harda Skoradal. Annað er eisini á skránni vi...

Jul 16, 202528 min

Summarmorgun 15 .juli 2025

Vit tosa við Andrias Klein Gregoriussen, Símun Christian Olsen, David Thomassen, Hendrik Jacobsen og Kaj Leo Holm Johannesen

Jul 15, 20251 hr 18 min

Summarmorgun 20. juni 2025

Jóansøkan er um vikuskiftið, og hon fyllir 100 ár. Vit ringja suður á Tvøroyri fyri at frætta um, hvat er á skránni. Kringvarpið ger eisini nógv burturúr Jóansøkuni - vit senda beinleiðis frá kappróðrinum í útvarpið og sjónvarpið leygardagin kl. 15. Og eftir tíðindini klokkan 18 fara Gunnar Noløse og Bjørn Hentze Bech at senda beinleiðis úr Faktorshúsunum á Tvøroyri í sendingini Jóansøkan 100 ár. Í næstum fer Tjóðsavnið at gera royndargravingar á Prestodda á Skála. Ein søgn sigur, at ein kirkja ...

Jun 20, 20251 hr 24 min

Summarmorgun 19. juni

Hvat er góð søguforteljing. Urd Johannesen greiðir frá verkætlan, ið hevur til endamáls at kveikja og menna søguforteljing í breiðari merking. At fjala sjúkueyðkenni hjá fólki við demensi er ein natúrligur umsorganarháttar. Barbara Egilstrøð hevur skrivað phd. um maskering, sum tað kallast. Síðst í sendingini snýr tað seg um, hvussu vit kunnu menna og fáa meira burturúr okkara náttúrutilfeingi. Men vit leggja fyri við at tosa um hondbólt, nú U21-landsliðið hjá monnum kom væl frá byrjan til HM í ...

Jun 19, 20251 hr 17 min

Summarmorgun 18. juni 2025

U-21 landsliðið hjá monnum er til HM í Polen. Vit tosa við landsliðsvenjaran Djóna Gaard Joensen. Heiðrikur á Heygum hevur listprýtt framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla við íblástri úr sagnum. Bárður Háberg og Óli Jógvansson - sum kalla seg Baroli Music - hava skrivað og framleitt eitt lag til nýggjastu útgávuna hjá kendu barnasjónvarpsrásini Nickelodeon í USA. Ingi Rasmussen og Lív Mikkelsen eru vertir

Jun 18, 20251 hr 18 min

Summarmorgun 17. juni

Íslendskur tjóðardagur er 17. juni, og tað setir dám á sendingina. Vit tosa við íslending í Føroyum og føroying í Íslandi og spæla íslendskan tónleik. Føroyar fingu aftur tvær Michelin-stjørnur, og vit sláa upp á tráðin til fegna og bilsna Poul Andrias Ziska. Tað eru eisini rørsludagar í Vestmanna, og vit tosa við borgarstjóran í Vestmanna, Sáru Jógvansdóttir.

Jun 17, 20251 hr 25 min

Summarmorgun 16. juni

Sum øllum kunnugt vitjaðu kongshjúnini saman við prinsessu Josefinu oyggjarnar í síðstu viku. Tey vóru í Koltri, í Havn, í Suðri og á Eiði, og tey fóru av landinum aftur leygardagin. Vit taka saman um vitjanina saman við einum royalisti, Beate L. Samuelsen, sum einaferð var blaðstjóri á gomlu Dimmu. Í dag eru hon forkvinna í Pensjonistafelagnum. Vesturi í Sørvági var árligi Countryfestivalurin og vit fara at finna cowboyhattarnar eftirmeta festivalin. Ingi Samuelsen, sum hevur sendingina Jambala...

Jun 16, 20251 hr 25 min

Summarmorgun fríggjadagin 13. juni 2025

Turið Poulsen sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið. Pól Skarðenni greiður frá um Sjósavnið og Mentanarhúsið í Vàgum. Jóhan Petur á Stongum tosar um Countryfestivalurin í Sørvági. Tórður Mikkelsen sigur okkum um skránna fyri kongsvitjanina í dag.

Jun 13, 20251 hr 18 min

Summarmorgun hósdagin 12. juni 2025

Vit minnast Brian Wilson, Jari í Hjøllum sigur okkum veðurforsøgnina fyri komandi samdøgrið, Henry Margar Petersen handaði teimum kongaligu blómur fyri triðju ferð, Jákup Dahl royalur borðstjóri, seinasta skeiðsvikan í gomlu hølunum hjá Húsarhaldsskúla Føroya á Stoksoyravegnum í Klaksvík, og Tórður Mikkelsen sigur okkum skránna fyri kongsvitjanina í Suðuroy í dag.

Jun 12, 20251 hr 19 min

Summarmorgun hósmorgun 5. juni 2025

Jari í Hjøllum sigur okkum veðurforsøgnina fyri komandi samdøgrið, vit tosa við Maibritt Jacobsen um nýggja bók um føroyska búnan, og Bergur Fonsdal Johannesen og Lone Wermblad fortelja okkum um teaturkonsertirnar Á trillibøraferð í Norðanlondum, samstundis sum tey eisini syngja og spæla tveir sangir í útvarpsstovuni.

Jun 05, 20251 hr 19 min

Summarmorgun 3. juni 2025

Hanus Kjølbro sigur okkum veðurforsøgnina fyri komandi samdøgnið, vit tosa við Ludvík við Stein um nýggju kappróðrarsendingina, og við Evu úr Dímun um nýggja samstarvið millum Dímunargarðin og Atlantic Airways

Jun 03, 20251 hr 17 min
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android