Summarmorgun 20. juni 2025 - podcast episode cover

Summarmorgun 20. juni 2025

Jun 20, 20251 hr 24 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Jóansøkan er um vikuskiftið, og hon fyllir 100 ár. Vit ringja suður á Tvøroyri fyri at frætta um, hvat er á skránni. Kringvarpið ger eisini nógv burturúr Jóansøkuni - vit senda beinleiðis frá kappróðrinum í útvarpið og sjónvarpið leygardagin kl. 15. Og eftir tíðindini klokkan 18 fara Gunnar Noløse og Bjørn Hentze Bech at senda beinleiðis úr Faktorshúsunum á Tvøroyri í sendingini Jóansøkan 100 ár.  Í næstum fer Tjóðsavnið at gera royndargravingar á Prestodda á Skála. Ein søgn sigur, at ein kirkja stóð á Prestoddanum, sum fór í áarlopi. Eisini eru fleir aðrar toftir á Ytra Skála. Vísa royndargravingarnar hjá Tjóðsavninum, at leivdir eru eftir kirkjuni, kann farast undir ein veruligan fornfrøðiligan grevstur um fígging fæst til tað sigur Helgi Michelsen, forfrøðingur á Tjóðsavninum. Vit tosa við stigakaran til verkætlanina,Tummas M. Jacobsen. Vit frætta eisini um eina kanning hjá Heilsugransingareidini í Sjúkrahúsverkinum um fruktbæri hjá føroyskum kvinnum, og síðst í sendingini frumspæla vit eitt nýtt staklag hjá Mariannu Winther.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android