Ein stimitúr yvir á Blankskála við Uppsala Pætur og Eiriki á Húsamørk - podcast episode cover

Ein stimitúr yvir á Blankskála við Uppsala Pætur og Eiriki á Húsamørk

Jul 16, 202528 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Á varmakeldu varð nýggja áttamannafarið hjá Eiriki á Húsamørk - Uppsala Pætur, flotað. Endamálið við bátinum er at gera útferðir frá Leirvík til Blankskála á Kalsoynni, ið er tiltikið fyri góðan sólargang, samstundis sum streymviðurskiftini í Leirvíksfirði eisini gera túrin til nakað serligt. Umframt stimitúrin er ætlanin eisini at borðreiða við heimabakaðum breyði, bollum og føroyskum viðskera í fjósinum, ið er umbygt til endamálið, sigur kona Eirik, Harda Skoradal. Annað er eisini á skránni viðhvørt, eitt nú svartkalvi. Harda leggur afturat, at herfyri vitjaði eitt par úr Italia, og tey dámdu væl føroyska matin.  "Ongi vindeygu eru í fjósinum, so gestirnir verða ikki órógvaðir av fólki uttanfyri, og tey, sum eru uttanfyri, verða ikki órógvaði av teimum, sum eru inni", sigur Eirikur á Húsamørk. Og júst hetta ger eisini, at fjálga fjósin í enn størri mun kennist sum at fara inn í eina hugnaliga holu. Tú kanst hoyra samrøðuna við Eirik á Húsamørk og Hardu Skoradal her.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android