Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja til frama fyri hitt hungursrakta Etiopia. Band Aid nevndist tiltakið. Árið eftir - í 1985 - varð hjálparverkætlanin víðkað til heimsvíðfevndu Live-Aid...
Oct 10, 2019•39 min
Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar.
Mar 21, 2019•25 min
- kapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Til ber at síggja alla handanina, við at trýsta HER
Feb 14, 2019•1 hr 51 min
20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur. Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um hørðu venjingina. Unnuasti hennara, Andrias Blaasvær, sum spælir violin, er eisini ein av luttakarunum til kappingina. Umframt at vera hennara stuðu...
Feb 14, 2019•29 min
Feb 08, 2019•41 min
Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen. Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu tey hóast happingina komu fyri seg sum vaksin og lærdu at liva við teimum sárum, tey hava fingið í sálina, tí vekk fer tað aldri, sigur Rannvá Álabe...
Nov 22, 2018•36 min
- føroysk sending
Nov 01, 2018•21 min
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
Mar 09, 2018•47 min
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
Mar 08, 2018•11 min
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. Vit eru við til árligu venjingina hjá fjallabjargarunum.
Oct 18, 2017•27 min
Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.
May 18, 2017•1 hr 4 min
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.
Dec 07, 2016•20 min
Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni. Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur meira og meira ræði á honum. Hvussu er tað at hava Parkinson? Hvat er hetta fyri ein sjúka, og hví fáa so nógvir føroyingar Parkinson? Tað eru nakri...
Oct 20, 2016•55 min
Vit eru á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, sum í ár varð hildin í døgunum 15. til 21. august, har vit serliga eru við til fiskikapping og vatnkríggj og á ymsu tiltøkunum leygardagin 20. august. Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir og Hans Petur Hansen.
Sep 08, 2016•53 min
Nógv gomul sita einsamøll og óhjálpin heima ella liggja á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á røktarheimum. Bíðilistarnir eru langir, og tey avvarðandi eru illa sperd. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs
Mar 03, 2016•51 min
Triðja hvørt serlæknastarv á Landssjúkrahúsinum er ósett, og triði hvør serlækni er eldri enn 60 ár. Serlæknarnir eru um at hokna undir arbeiðsbyrðuni, og sjúklingar mugu bíða leingi eftir at sleppa í viðgerð. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
Jan 14, 2016•1 hr 5 min
Dec 07, 2015•53 min
Róar, Suni og Emil eru tríggir ungir menn við nógvum forðingum í gerandisdegnum. Men forðingar eru eisini avbjóðingar, og vilji og treiskni bera langt, tá lívið skal livast. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
Nov 05, 2015•1 hr 5 min
Í døgunum 16. - 18. apríl 2015 var tann fyrsti Bindifestivalurin av sínum slag í Fuglafirði. Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur. Vit fylgja einum at luttakarunum á festivalinum, og somuleiðis siggja vit, hvussu tad er at vera fyriskipari av einum slíkum festivali. Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg.
Apr 30, 2015•31 min
Apr 16, 2015•57 min
- føroysk sending
Apr 05, 2015•45 min
Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár. Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar honum væl at gera ymiskt kropsligt arbeiði og at fáast við tónleik. Í Miðbýnum í Havn býr 77 ára gamla Dania Andreassen, sum veruliga dugir at njóta ...
Mar 19, 2015•28 min
Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur. Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum serkønum innan økið. Ein dagur, sum bjóðar gleði, spenning, fjáltur og vónbrot hjá teimum seks finalistunum. Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Feb 26, 2015•41 min
Hvørt ár velja fleiri pør at fara hvør til sítt. Tøl vísa, at næstan fjórða hvørt hjúnaband endar í hjúnaskilnaði. Men tá pør - gift ella ógift - velja at fara frá hvørjum øðrum, eru børn ofta við í myndini.
Jan 22, 2015•41 min
Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum. Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap.
Jan 01, 2015•56 min
Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin. Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski? Lagt til rættis: Kári Sólstein.
Dec 04, 2014•31 min
Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg. Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar til sínar filmar og klippur upptøkurnar saman. Sandoyggin er eisini pallurin í báðum seinastu filmunum hjá Sakarisi. Upptøkurnar eru gjørdar í Skopun ...
Oct 09, 2014•35 min
30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt. Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis.
May 01, 2014•29 min
Apr 18, 2014•33 min
Sjey mans hava sett sær fyri at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri. Ein drangur, sum stendur í útsynningshorninum í Vágum og er 313 metrar høgur. Fleiri sagnir og søgur eru knýttar at Trøllkonufingri, og tí er eitt sindur ógreitt, um nakar nakrantíð áður hevur rokkið toppin á dranginum. Vit fylgja serliga feðgunum, Herman og Absalon Eysturoy, sum saman við øðrum, hava tikið stig til hetta bragdið. Lagt tilrættis: Solby Christiansdóttir og Jónfinn Stenberg.
Mar 27, 2014•53 min