Tónar og talent
Sendingin lýsir kappingina og eisini sjálvan spenningin undir finaluni. Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Barbara Samuelsen.

Sendingin lýsir kappingina og eisini sjálvan spenningin undir finaluni. Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Barbara Samuelsen.
Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin-sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis: Ivan Hentze Niclasen.
Vit hava vitjað 42 ára gamla Dánjal Magnussen av Oyrabakka, sum misti annað beinið í skotóhappi í 2002, 69 ára gomlu Káru Heinesen av Strondum, sum misti høgra arm í arbeiðsóhappi fyri 50 árum síðani og 4 ára gamla Øssur Ábraham Bjarnason av Viðareiði, sum er føddur uttan armar. Felags fyri hesi trý er strembanin eftir at liva eitt vanligt lív, hóast tey bera brek. Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir.
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fjórðu sending eru vit millum annað á barnadeildini, á skurðdeildini og á skaðastovuni. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
Gev gætur: Sendingin er óhóskandi fyri børn Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í triðju sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
Tað er dýrt at byggja nýggj fjós, og summir bóndur eru so illa fyri, at teir noyðast at gevast. Við virknari vinnutólum fara nakrir bóndur at leypa av. Lagt til rættis: Karolina Thostrup.
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í aðru sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska.
Í sendingini verður varpað ljós á løgfrøðisligu ivamálini og politisku handfaringina av málinum. Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis.
Ungar gentur í Føroyum eiga fyrr børn enn genturnar í flestu grannalondunum, og tær fáa eisini fleiri børn. Nógvar ungar mammur og pápar vilja sleppa at útbúgva seg, men hava torført við at klára seg fíggjarliga.Lagt til rættis: Karolina Thostrup
Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78-plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin. Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt fuglasavn. Nú arbeiðir hann á Føroya Sjósavni, og har kemur hansara áhugi fyri náttúruni eisini til góðar. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Bjarni Árting Rubeksen.
Tróndur Patursson, listamálari arbeiðir hvønn dag við síni list heima í smiðjuni í Kirkjubø, í atelierinum á Skipasmiðjuni í Havn ella uttanlands. Hann málar, brennir glas, hongur framsýningar upp og arbeiðir alla tíðina við fleiri verkum. Stundum er hann heima, stundum ferðast hann. Sendingin er ein vangamynd av Tróndi Paturssyni. Lagt til rættis: Karolina Thostrup
Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24-1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í Klaksvík. Hóast Kasparov hevði vunnið spælandi á sterkum landsliðum í líknandi simultandystum sum í Norðurlandahúsinum, var føroyska landsliðið kortini ment at geva honum harða mótstøðu og fáa heiðurligt úrs...
Men tað ber væl til at hava eitt gott lív, um tú kemur heilt langt upp í árini. Tað eru tey trý fólkini, vit hitta í hesari sendingini, dømi um. Tey eru í aldrinum millum 92 og 104 ár. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen
Í mun til til fólkatalið, hevur ongin onnur tjóð í heiminum mist so nógv fólk á sjónum, sum Føroyar. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari sjósøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis: Jóannes Lamhauge.
Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra. Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. He...
Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra. Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. H...
Føroyskt dokumentarsending um ein av størstu sorgarleikunum í Føroyum, tá trý børn lótu lív í eldsbruna 7. mars 2006
Føroyska sniðgávu-duoin Guðrun & Guðrun hava seinnu árini tikið seg nógv fram innan mótaheimin. Tær arbeiða í løtuni við eini spennandi pallbúnaverkætlan í New York saman við navnframa koreografinum og listamanninum Stephen Petronio. Vit fylgja teimum í arbeiðsdegi teirra, og fáa eina smakkroynd av hvussu tað er at snúgvast millum størri fiskar á einum altjóða mótapalli. Samstundis verður hugleitt um Føroyska bindimentan, hvar tann Føroyski samleikin, og hvar føroyingurin sjálvur passar inn ...