Tá talvkongurin vitjaði - podcast episode cover

Tá talvkongurin vitjaði

Apr 12, 201349 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24-1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í Klaksvík. Hóast Kasparov hevði vunnið spælandi á sterkum landsliðum í líknandi simultandystum sum í Norðurlandahúsinum, var føroyska landsliðið kortini ment at geva honum harða mótstøðu og fáa heiðurligt úrslit móti talvkonginum. Í sendingini síggja vit upptøkur frá dystinum í Norðurlandahúsinum, sum ongantíð hava verið vístar. Vit hitta í sendingini millum annað telvarar, fyriskiparan og mentamálaráðharran. Mentamálaráðharrin sníkti seg móti læknans boðum av deild 8 á Landssjúkrahúsinum, har hann var innlagdur við blóðtøppi, so hann fekk høvið at hitta og telva móti Garry Kasparov. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android