Søgurnar eru her! - podcast episode cover

Søgurnar eru her!

Oct 09, 201435 min
--:--
--:--
Download Metacast podcast app
Listen to this episode in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episode description

Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg. Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar til sínar filmar og klippur upptøkurnar saman. Sandoyggin er eisini pallurin í báðum seinastu filmunum hjá Sakarisi. Upptøkurnar eru gjørdar í Skopun og har um vegir. - Mær nýtist ikki at fara til Havnar ella av landinum, tá ið filmsupptøkur skulu gerast, tí søgurnar eru allastaðni - eisini her í Skopun, sigur filmsleikstjórin. Í sendingini hitta vit 28 ára gamla Sakaris Stórá, sum man vera tann einasti í Føroyum, sum hevur filmslistina sum sítt dagliga yrki. Sakaris hevur higartil gjørt fýra stuttfilmar. Teir báðir seinastu, Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013) eru gjørdir í Sandoynni. Suni Merkistein og Hallur Thomsen hava lagt til rættis.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android