25 minuttir
Last refreshed: ⓘ

Episodes
25 minuttir: Håkan Ericson
- samrøða við Håkan Ericson
25 minuttir: Tim Birkhead
Hvussu er at vera fuglur? Hava fuglar kenslur? Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl? Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur - hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum - eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur.
25 minuttir: Sissal Kj. Kristiansen
At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur
25 minuttir: Terji Rasmussen
Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak...
25 minuttir: Jasmin Mote
Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.
25 minuttir: Andrias Høgenni
Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015. Hóast hann býr í Odense, har hann júst hevur tikið endaligt prógv frá filmsskúlanum "Super 16", so vendur hann s...
25 minuttir: Julie Sass
Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión. Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpað...
25 minuttir: Katarina Nolsøe
Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og...
25 minuttir: Knút Háberg Eysturstein
Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918. Nú hevur Knút skrivað stórv...
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.
25 minuttir: Jóna Joensen
25 minuttir: Julia í Kálvalíð
Julia í Kálvalíð er útbúgvin í miðlasamskifti við lærda háskúlan í Tallin í Estlandi. Hon hevur seinastu mongu árini starvast sum framleiðsluassistentur fyri m.o. Heiðrik á Heygum og Andrias Høgenni, men eisini hevur hon leikstjórnað tríggjar stuttfilmar, John, (2013), Boys (2015) og nú Omman, sum var frumsýndur á Geytanum í ár. Fyri stuttfilmin fekk hon áskoðaravirðislønina á Geytanum.
25 minuttir: Oddfríður Marni Rasmussen
Oddfríður Marni Rasmussen (1969) er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans. Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard. Síðsta verk hansara er skaldsøga, sum hann vann kappingina, bókhandlar...
25 minuttir: Maria Winther Olsen
- samrøða við
25 minuttir: Jógvan Isaksen
Jógvan Isaksen (1949) er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur - herav eru tríggjar til børn. Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi - kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017.
25 minuttir: Astrid Andreasen
Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.
25 minuttir: Búi Rouch
Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh. Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar. Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Fø...
25 minuttir: Høgni Rasmussen
Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna. Útblakingin gjørdi, at Høgni – bókstaviliga – fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók – og fyri stuttum gav hann so bókina ”Mín caminodagbók” út.
25 minuttir: Steintór Rasmussen
Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin. Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik. Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi? Hvussu leggur hann virksemi sí...
25 minuttir: Michael Hardinger
Michael Hardinger man hava skrivað nøkur av best umtóktu donsku poppløgunum yvirhøvur. Hann var ein av høvuðsmonnunmum í bólkinum Shu-bi-dua, sum var virkin frá 1973 til 2011. Hesi árini gav bólkurin út átjan LP-plátur og fløgur. Ikki færri enn seks milliónur eintøk eru seld av hesum útgávum. Tað er met í plátusølu í Danmark. Nógvir av sangunum við sínum hugfangandi løgum og rámandi donsku tekstum eru tí vorðnir fólkaogn. Nevnast kunnu "Hvalborg", "Den røde tråd", "Vuffeli-vov", "Danmark", "Sexc...
25 minuttir: Cecilia Jacobsen
Ímynda tær at verða uppfatað sum nakað annað, enn tað tú ert. At kynsbúningin gerst ein marra, tí at kroppurin mennist til nakað annað, enn tú kennir teg sum. Hetta kennir 28 ára gamla Cecilia Jacobsen av Toftum alt til. Hon hevur sína barna- og undómstíð stríðst við einum kroppi, ið lívfrøðiliga hevur verið nakað annað, enn hon er. Cecilia Jacobsen er tvørkynd, men í dag fyllir hetta ikki nógv hjá henni. Hon fekk skurðviðgerð, tá hon var 21 ára gomul og hevur sostatt livað við einum kroppi, ið ...
25 minuttir: Árni Olafsson
Hann var ráðgevi í danska uttanríkisráðnum í 37 ár, og so var hann eisini ráðgevi hjá føroyska landsstýrinum av og á. Hann starvaðist í Tinganesi í 80 árunum, tá ið fleiri avgerðir vórðu tiknar, sum vóru atvold til kreppuna fyrst í 90 árunum.
25 minuttir: Jóannes Eidesgaard
Hann hevði eina langa politiska yrkisleið, frá 1980 til 2011. Hann var býráðslimur, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hann fekk hug at blanda seg í politikk sum 27 ára gamal, og javnaðarhugsjónin var tað, sum sampakkaði best við hansara menniskja- og samfelagsuppfatan.
25 minuttir: Svend Aage Ellefsen
Hann var valdur á løgting fyri fólkaflokkin í 1980, tá ið bróðurin Pauli Ellefsen, sáli, var løgmaður. Hann var eisini landsstýrismaður í ringastu kreppuárunum frá 1991 til 93 í síðsta landsstýrinum hjá Atla Dam. Hann er eisini fyrrverandi reiðari - í dag rekur hann gistingarhús í Havn.
25 minuttir: Todi Jónsson
- Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at snakka um fótbólt. Eg orki ikki at snakka um fótbólt. Tað sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum í dag altíð roynir at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands. Í Danmark hevur hann enn legendu-status fyri avrikið í FCK. Hann spældi í átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru lið...
25 minuttir: Jóannes Jakobsen
Hann syngur, málar, og hann skrivar løg. Jóannes Jakobsen hevur fingist við nógvar ymiskar listagreinar. Hann hevur givið tríggjar fløgur út, har allar komu út í 90'inum. Tíðin, tá brennandi ynski um fullveldi valdaði. Hann hevur eina menniskjasliga og pedagogiska tilgongd til alt, hann fæst við. Í fleiri ár hevur hann arbeitt við fólki, ið hava menningartarn. Reyði tráðurin hjá Jóannesi er, at alt skal vera í samspæl við menniskju, og at tað hevur týdning at vera um menniskju,
25 minuttir: Bára Silvansdóttir
Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er. Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg ...
25 minuttir: Dina Jensdóttir Bech
Dina Jensdóttir Bech rekur heimasíðuna vakurleiki.fo, har hon bloggar og boðar frá kristindóminum. Hon viðger avbjóðingar, ið kristindómurin møtir anno 2018, har nógvir kritiskir spurningar verða settir.
25 minuttir: Astrið Foldarskarð
Astrið Foldarskarð hevur livað eina tilveru, ið hevur verið merkt av strembanini eftir at vera best. Hon hevur verið elitu-svimjari og luttikið í donsku vakurleika kappingini ”Miss Danmark”. Hon er tó ikki liðug at kappast, tí í næstum fer hon í holt við eina nýggja verkætlan.