25 minuttir: Oddfríður Marni Rasmussen
Feb 18, 2019•24 min
Episode description
Oddfríður Marni Rasmussen (1969) er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans.
Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard.
Síðsta verk hansara er skaldsøga, sum hann vann kappingina, bókhandlarafelagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri. Vinnarin varð avdúkaður á bókadøgum 24. november 2018.
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android
