Hann hevur víst sínar dygdir í fótbólti, sum rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Multi-talentið Trygvi Danielsen leitar ígjøgnum sína list eftir tí, hann skal leita eftir. Harafturat er humor eisini ein týdningarmikil partur av hansara tilgongd. Trygvi vann sement kappinga í 2013 saman við bólkinum The Absent Silver King. Sama árið fekk hann virðisløn til ungt listafólk, sum Mentamálaráðið lat. Í filmsvinnuni hevur tað eisini ligið væl fyri hjá Trygva. Hann vann í ár Geyta-virðislønina fyri f...
Mar 14, 2018•26 min
Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyingur, ið er útbúgvin av danska filmsskúlanum. Í 1982 stóð hon, bert 23 ára gomul, við próvnum í hondini. Síðan 1982 hevur hon verið sera virkin bæði innan films- og bókmentalist. Yvirlitið yvir filmar av ymiskum slagi er langt. Tað telur bæði spælifilmar, heimildarfilmar, stuttfilmar og sjónbandaløg, og bókaútgávurnar eru í dag fýra í tali. Tvey yrkingasøvn og tvey stuttsøgusøvn, hevur Katrin givið út. Fyri fyrsta yrkingasavn sítt, Eru koparrør í himmiríki frá...
Mar 07, 2018•25 min
Gestur í 25 minuttum er Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri. Eyðun er fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin, hann hevur í meira enn hálva øld verið ein sera virkin leikstjóri í Føroyum og Danmark og øðrum londum við, hann hevur sett fleiri enn 200 leikir upp - m.a. á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn - og er ein av stórvirknastu leikstjórum í danskari teatursøgu. Eyðun breyt upp úr nýggjum í føroyskari leiklist í 60- og 70-árunum. Hann skipaði eisini fyri mongum leikum í føroyska útvar...
Feb 23, 2018•24 min
2. desembur rundaði høvundin, Carl Jóhan Jensen tey seksti. Dagin eftir, 3. Des. kom út fimta skaldsøga hansara, Sær – ein fuglabók av gloymsku út. Carl Jóhan smæðist ikki. Tá skaldsøga hansara Ó – søgur um devulsskap kom út segði hann, at hetta var besta skaldsøga skrivað á føroyskum í fjøruti ár. Tá nýggja skaldsøgan var í gerð frættist frá høvundanum, at komandi bókin var besta skaldsøga í 2017. Hóast bráneggjaður og við fyrsta eygnabrái, sjálvupptikin, er Sær ein nemandi og hjartalig lýsing ...
Jan 31, 2018•25 min
Norski høvundin, Vigdis Hjort, ið hevur fleir enn 20 verk á baki, hevur vakt miklan ans bæði í heimlandinum og í útheiminum við skaldsøguni, Arv og miljø, ið snýr seg um eina arvauppgerð millum fýra systkin. Í orrustuni og í kjalavørrinum á deyða pápa teirra koma viðurskifti undan kavi, sum prógva og minna á, at alt er ikki soleiðis, sum tað sær út á vøkru, óspiltu útsíðuni á familjuni. Millum annað dagar kynsligur ágangur, avvísingar og misskjilingar fram. Fyri Arv og Miljø varð Vigdis Hjort í ...
Jan 17, 2018•25 min
Í 25 minuttum hitta vit hesaferð hollendingin Thijs van Leer, sum var høvuðsmaður og tónaskald í bólkinum Focus. Focus var tónleikabólkur, sum vakti stóran ans fyrst í 70-árunum. Bólkurin samansjóaði klassiskt ávirkaðan fusjónstónleik við instumentalan rokktónleik. Nøkur av kendastu løgunum eru perlur, ið hava støðu sum klassikarar - eitt nú sangirnir Hocus Pocus og Sylvia. Kringvarpið hitti Thijs van Leer í 25 minuttir, tá ið hann saman við núverandi manningini í Focus vitjaði í Føroyum í heyst...
Jan 10, 2018•24 min
Guðmundur Andri Thorsson er íslendskur høvundi og politikkari. Hann hevur skrivað eina sera vakra bók um kenda pápa sín, Thor Vilhjálmsson, ið á donskum hevur fingið heitið, Og så trille, tulle, rulle vi. Bókin er ein mynd av pápanum, ið var ein sera egin maður, ið bæði var krevjandi, kærleiksfullur, avantgardistiskur, modernaður og sjálvglaður, sum kravdi nógv av teim hann hevði kær. Ikki minst av konuni, ið bæði stóð fyri reinskrivan av handritunum hjá manninum, samstundis sum hon var fulltíða...
Jan 03, 2018•24 min
Sakaris Storá hevur fingist nógv við film seinastu árini. Í ár hevur hansara nýggi føroyski spælifilmur ”Dreymar við havið” gingið í biografinum. Afturmeldingarnar hava verið góðar, og nú fer ungi skopuningurin víðari út í heim við spælifilminum.
Dec 27, 2017•25 min
Vinnarin av Norðurlendsku bókmentavirðislønini, danski høvundin, Kirsten Thorup hevur verið virkin síðan sekstiárini, tá hon debuteraði sum yrkjari. Mest kend er hon tó fyri skaldsøgur sínar, m.a. Jonnabøkurnar, Baby, Bonsai og Himmel og helvede, ið allar hava tað í felag, at tær snúgva seg um sosial viðurskifti, mannalagnan er snúningsdepilin og tað er aloftast tær skeivu verurnar í samfelagnum, ið verða viðgjørdar. Skaldsøgan, Torup fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri kallast, Erind...
Dec 20, 2017•26 min
Hann hevur arbeitt í heilsuverkinum í 45 ár, meginpartin av tíðini á Tvøroyri, men seinastu mánaðirnar hava vit sæð hann í starvinum sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum. Í sendingini hesaferð hitta vit Ronnie Midjord og fara eisini aftur um stjóran.
Dec 13, 2017•25 min
Christina Rosendahl er danskur filmsleikstjóri. M.a hevur hon framleitt heimildarfilmin, Stjernekigger, um bólkin Swan Lee, og spælifilmarnar, Idealisten og Supervoksen. 1. november 2017 var heimildarfilmur hennara, Vold i kærlighedens navn frumsýndur í filmsleikhúsum kring Danmark, og á altjóða degi fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, 25. november varð filmurin sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er hin einasti av sínum slagi í ríkinum, tí Rosendahl er hin fyrsta at sleppa inn um læstu dyr...
Dec 06, 2017•25 min
Veturin í ár, hevur verið tann lýggjasti vetur, síðan Danmarks Meterologisk Institut, fór undir at gera mátingar í Føroyum, fyri meiri enn 100 árum síðani. Miðalhitin vetrarmánaðirnar var 6,1 hitastig, og eru tað góðar 2,5 stig hægri, enn miðalhitin hevur verið tey seinastu 30 árini. Men um jóltíðir komu ódnirnar. Serliga tær báðar ódnirnar, ið raktu Føroyar tollaksmessudag og jóladag vóru ógvusligar. Í sendingini tosar Kári Sólstein við veðurkøna Hanus Kjølbro, um veðrið í heyst og eisini útgre...
May 31, 2017•25 min
Í 1994 fór Magni Mohr til Keypmannahavnar at lesa ítrótt á universitetinum. Tað gjørdist byrjanin á eini starvsleið, sum higartil hevur givið honum royndir í donsku Superliguni, italsku Seriu A og ensku Premier League. Strembanin er altíð eftir at skapa nýggja vitan við at sameina vísund og praktiskt spæl, sigur Magni Mohr, sum vitjar 25 minuttir hesaferð.
May 20, 2017•25 min
Heimsins oljufeløg fáa nú aftur møguleikan at bjóða seg til at leita eftir olju undir Føroyum. Í sendingini spyrja vit, hví tað er áhugavert at leita eftir olju undir Føroyum? Hvat er funnið? Og hvat siga nýggju tulkingarnar av seismikkinum, um føroysku undirgrundina? Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarfeingi, er gestur í sendingini.
May 17, 2017•27 min
- samrøða við
May 10, 2017•24 min
Hann er bert 28 ára gamal. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri fólkaflokkin, hevur givið 6 bøkur út, og hevur í dag sína egnu fyritøku, sum eitur Ó. Hóast ungur og raktur av sjúku, fær Hanus Samró nógv og ymiskt av skafti.
May 03, 2017•26 min
Miðalhitin á jørðini í fjør var 14.8 hitastig. Hetta er tað mesta menn vita um seinastu 150 árini mátingar eru gjørdar. Bogi Hansen, havfrøðing, hevur í ein mansaldur granska havið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað um veðurlagsbroytingar, og hann hevur eisini verið við til at meta seinastu frágreiðingina frá altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC.
Apr 26, 2017•28 min
Kristina Sundar Hansen er sjónleikari. Hon hevur bæði spælt á palli og í filmi, leikstjórnað og skrivað leikir. Kristina býr í Danmark, men er í løtuni heima í Føroyum og skrivar ein leik um sálarligan og kropsligan harðskap í parløgum. Harafturat greiðir hon frá arbeiðstilgongdini í leikinum Sár á Sál, sum hon skrivaði út frá sorgarleikinum, tá hon misti synir sínar í einum eldsbruna
Apr 05, 2017•23 min
Gestur í 25 minuttum hesa ferð er Johannes Jensen, stjóri í Gist&vist, sum millum annað eigur matstovuna, KOKS, sum hevur fingið eina Michelin-stjørnu. Hann er eisini formaður í nevndini fyri Visit Faroe Islands og næstformaður í nevndini fyri Bakkafrost.
Mar 29, 2017•25 min
Jóhan Martin Christiansen er føddur í Havn í 1987. Hann varð útbúgvin á listaakademinum í Malmø í Fine Arts í 2014. Síðan lokna útbúgving hevur Jóhan Martin verið sera virkin. Hann hevur millum annað haft tvær einstaklingaframsýningar í Føroyum - í Steinprenti við framsýningini, Dress í 2014 og í Listaskálanum við framsýningini Spor í 2016. Eisini hevur hann samstarvað við Kim Simonsen, høvunda, við bókini, Desemburmorgun, ið kom út í novembur, 2015.
Mar 22, 2017•25 min