Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi - podcast cover

Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi

Podvarp frá Trok.fo
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Team Klaksvík-Neistin (Burn) 30-29 (14-15) - samrøður

Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá dystarendanum Team Klaksvík-Neistin 30-29 (14-15), hoyr stutta samanumtøku, og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við Finnur Hansson (Neistin) og Ludvík Súnason (Team Klaksvík).

Mar 03, 202213 minEp. 120

Spenningur og góður hýrur eitt samdøgur áðrenn dystin ímóti Eysturríki

Trok.fo vitjaði við bandupptakaranum á Hotel Djurhuus, har føroyska kvinnulandsliðið heldur, eitt samdøgur áðrenn spennandi dystin ímóti Eysturríki. Lagið var gott og vónirnar vóru góðar, tá ið trok.fo prátaði við Ninnu Katrin Johansen, Sonna Larsen, Anniku Fríðheim Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Turið Arge Samuelsen. Føroyar spæla ímóti Eysturríki mikukvøldið klokkan 19.00. Sjúrður frá trok.fo sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 saman við Brynju Høj. Vit byrja at senda klokkan 18.30, og alt f...

Mar 02, 202216 minEp. 117

Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Samrøður

Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum, og taka stutt samanum. Hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Bjarna í Selvindi hjá StÍF og Jens Paula Mohr hjá Team Klaksvík.

Feb 24, 202215 minEp. 115

Trokpoddur 13 - Steypavikuskiftið og evropatos

Sjúrður orkar ikki meira ukrainskan hondbólt, Helgi hevur stórar søgur um føroyingar úr Norra og Svøríki og vit nevna nakrar føroyingar, sum skuldu farið til Íslands. Og so venda vit heimsins mest sannførandi og óáhugaverdu steypafinalu og so enn einum føroyskum eittmáls-ósigri fyri ukrainum (suff)

Feb 22, 20221 hr 17 minEp. 114

H71-Galychanka 26-27 (13-10) - Samrøður

H71-Galychanka 26-27 (13-10), Europa Cup fjórðingsfinala. Hoyr 1) dystarendan 2) samanumtøku hjá Andriasi Eriksen, viðmerkjara 3) Samrøður Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariu H. Weyhe, Inga Olsen, venjara og Annu Dam, forkvinnu í H71.

Feb 20, 202215 minEp. 113

H71-Galychanka 26-27 (13-10) - ØLL FRÁSØGNIN

H71-Galychanka 26-27 (13-10) Europa Cup fjórðingsfinala. Hoyr alla frásøgnina við Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara. Tøkningur: Heri Simonsen.

Feb 20, 20221 hr 36 minEp. 112

Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala: SAMRØÐUR

Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala. Hoyr dystarendan, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøður Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Ára Dam, Pætur Thomsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh hjá H71. Hoyr steypahandanina til H71, og hoyr samrøðu við Finnur Hansson hjá Neistanum

Feb 19, 202229 minEp. 110

Ási Dam og Tróndur J. Kragesteen um Faxe Kondi hálvfinaludramaið

Hoyr frá FM1 og trok.fo: Sjúrður H. Hoydal sigur frá dramatiska dystarendanum KÍF-Neistin 26-27 (13-11) - samanlagt 52-52, Neistin víðari við fleiri útivallarmálum, og hoyr samrøðurnar hann hevði við Ása Dam hjá KÍF og Trónd J. Kragesteen hjá Neistanum, ið segði seg aldrin hava upplivað nakað slíkt áður í einari steypahálvfinalu.

Feb 12, 202211 minEp. 105

Trokpoddur 12: (Tvær) Fantastiskar Faxe Kondi-hálvfinalur, feitar føroyskar flytingar (út, heim og longri úti) og favorittar

Hetta var ein góður Poddur! Helgi og Sjúrður høvdu eisini valt at gera eina stóra broyting til tólvta trokpoddin: Hesaferð høvdu Hildarsynirnir hugt eftir dystunum, sum teir skuldu umrøða og høvdu fleiri eygleiðingar enn gitingar fyri einaferðs skyld! Vit taka ígjøgnum allar fýra hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini, gera okkum ópopulerar í Hoyvík (Og Klaksvík, Havn og alla aðrastaðni) við at tosa erligt um favorittarnar, og taka - eins og vit plagdu - ígjøgnum tey stóru einstaklingaavri...

Feb 08, 20221 hr 16 minEp. 102

Neistin-KÍF 25-26 (11-17)1. Hálvfinala Faxe Kondi menn, endin og samrøður.

Neistin-KÍF 25-26 (11-17)1. Hálvfinala: Faxe Kondi menn, endin og samrøður. Hoyr samrøður við Tony Weyhe, KÍF, Felix Kjartansson og Finnur Hansson, Neistin. Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin. Sjúrður H. Hoydal segði frá dystinum og gjørdi samrøðurnar.

Feb 06, 202214 minEp. 96

Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur, endin og samrøður

Neistin-H71 23-31(10-16) Faxe Kondi kvinnur, fyrra hálvfinalan. Hoyr dystarendan, samrøðu við Brynju Høj hjá Neistanum og Janu Mittún hjá H71. Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin. Tróndur Arge segði frá og gjørdi samrøðurnar.

Feb 06, 202212 minEp. 94

VÍF-Kyndil 30-23 (15-9) - Faxe Kondi menn

VÍF-Kyndil 30-23 (15-9) - Faxe Kondi menn. Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá øllum dystinum. Ingi Olsen var viðmerkjari í seinna hálvleiki. Vertur og tøkningur: Heri Simonsen.

Feb 02, 20221 hr 17 minEp. 93

Bárður J. Johannessen og Filip Jojic um VÍF-Kyndil 30-23 (15-9)

Bárður J. Johannessen og Filip Jojic um VÍF-Kyndil 30-23 (15-9), ið vann VÍF í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini. Fremst á ljóðfíluni hoyra vit Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Inga Olsen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin.

Feb 02, 20227 minEp. 92

Trokpoddur 11: Korona spillir steypagleðina, EM var fínt kortini (Um tú ikki ert frá Ungarn ella Trok.fo) og professionellur føroyskur hondbóltur

EM er av og Faxe Kondi-kappingin er á veg inn í avgerandi løturnar. Føroyska steypakappingin er tíverri uppaftur verri rakt av korona enn EM var, og Trokpoddurin harmast, men gleðir seg kortini til hálvfinalurnar. Favorittarnir eru SERA greiðir Og so taka vit ígjøgnum EM, hvussu tað stóð í mát við okkara vónir og væntanir. Okkara mancrush á Jim G er ikki vorðið minni, meðan eitt samt panel hevði sent Ungarn í topp-4. Tey einastu sum er flóvari enn vit á trok.fo mann vera ungverska hondbóltssamba...

Feb 01, 202248 minEp. 91
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android