Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi - podcast cover

Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi

Podvarp frá Trok.fo
Last refreshed:
Follow this podcast in the Metacast mobile app to refresh it and see new episodes.
Download Metacast podcast app
Podcasts are better in Metacast mobile app
Don't just listen to podcasts. Learn from them with transcripts, summaries, and chapters for every episode. Skim, search, and bookmark insights. Learn more

Episodes

Trokpoddur 10: Faxe Kondi-kappingin, EM og koronakeðiligheitir

Ársins steypakapping er byrjað, og annar av mansbólkunum er næstan avgjørdur. Vit hava stórar vónir til dystin ímillum VÍF og StÍF hjá monnum - men Sjúrður fær ikki farið í høllina Tí fer nógv av tíðini við EM - Sum eisini er púra oyðilagt av korona.

Jan 25, 20221 hr 2 minEp. 90

4 spælarar og venjarin seta orð á víðari HM-undankappingarluttøkuna

Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi aftaná søguliga og minniliga 26-19 sigurin hjá Føroyum á Lettlandi í høllini á Hálsi, ið sendir okkum víðari í HM-undankappingini. Sjúrður prátaði við Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Peter Bredsdorff Larsen, venjara og liðskiparan, Helga H. Hoydal.

Jan 16, 202213 minEp. 88

Dystarendin Føroyar-Lettland 26-19 (17-10)og samanumtøka

Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen viðmerkjara siga frá seinastu løtuni av minniliga HM undankappingardystinum í høllini á Hálsi millum Føroyar og Lettland, ið Føroyar vunnu 26-19 (17-10). Hoyr rómin aftaná dystarendan, og hoyr Sjúrð og Andrias taka samanum eitt minniligt hondbóltsvikuskiftið. Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16...

Jan 16, 202215 minEp. 87

FYRSTI sigurin á Italia nakrantíð - Upptakt, frásøgn og samanumtøka

Hoyr alla upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara aftaná fyrsta sigurin í A-landsliðshøpi á Italia nakrantíð, 27-26 (11-13) í høllini á Hálsi í HM-undanundankappingini í høllini á Hálsi í Havn. Tøkningur: Heri Simonsen.

Jan 15, 20222 hr 14 minEp. 83

SEKS landsliðsspælarar um 27-26 (11-13) SIGURIN á Italia

Hoyr Kjartan Johansen, Paula Mittún, Hákun West av Teigum, Tróndur Mikkelsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh stórfegnast um fyrsta føroyska A-landsliðssigurin nakrantíð á Italia. 27-26 (11-13) sigurin heldur lív í HM-vón okkara aftaná ræðuliga tapið fyri Luksemborg ígjár

Jan 15, 202210 minEp. 82

SØGULIGI ÁTTANDAPARTSFINALU-SIGURIN hjá H71 kvinnunum

Hoyr upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara frá søguliga Europa Cup áttandapartsfinaluni H71-Naisa Nis 30-26 (16-13) - H71 vann samanlagt 69-64. Tøkningur: Heri Simonsen.

Jan 15, 20221 hr 35 minEp. 80

Trokpodd 6 - HM, Hákun og Harry Potter

Hví ber tað ikki til at síggja ALLAN hondbóltin? Hvussu ber tað til at Hákun er so góður? Hvussu skulu HM-stjørnurnar handfara trýstið frá miðlunum? Fer nakar yvirhøvur at vinna fjórða plássið í BURN-deildini? Trok.fo hevur ØLL svar í TROKPODDI 6.

Dec 12, 20211 hr 8 minEp. 61
For the best experience, listen in Metacast app for iOS or Android