Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum. Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn jólaborðhald og dunna verður borðreidd. Serliga í desember og um várið er nógv á skránni ...
Jun 09, 2025•51 min
Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum. Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska ...
Jun 02, 2025•50 min
99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965. Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein...
May 26, 2025•51 min
Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann. Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyðurin fluttur við báti til Syðrugøtu og síðani við bili til Lambar. Tað eru nú 10 ár síðan Jón Nónklett...
May 19, 2025•50 min
85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu. Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála. -Tað var eitt spennandi arbeiði og vit kunnu gleðast um, at vit høvdu sera trúgv starvsfólk í Skálabúðini, sigur ...
May 12, 2025•51 min
75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi...
May 05, 2025•50 min
Oliver Joensen, sum átti og rak lokalblaðið Norðlýsið í Klaksvík í samfull 43 ár, er framvegis virkin, hóast hann nú er 78 ár. Umramt at hann hevur verið eldsálin á Norðlýsinum, hevur hann verið stigtakari og eldsálin ymsum lokarum verkætlanum, og hann hevur framvegis nýggjar verkætlanir á skrá. Vit hitta Oliver fyrst í neystinum uppi á Borðoyarvík, sum hann eigur saman við beiggjunum, stendur. Hoyr samrøðuna við Oliver Joensen her.
Apr 28, 2025•52 min
Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur. Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnas...
Apr 14, 2025•46 min
Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk. Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um. 83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var hann formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann er framvegis deknur og hann hevur lisið lestur í mong ...
Apr 07, 2025•48 min
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havni...
Mar 31, 2025•52 min
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni, har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist ...
Mar 24, 2025•51 min
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Hóast Jørleiv tíverri andaðist í 2018, liva søgurnar víða...
Mar 17, 2025•51 min
Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum verður 80 ár í summar um Gud vil, byrjaði at samla bøkur sum sjey ára gamal við einari Kingosálmabók, og nú hevur hann eitt fullfíggjað savn við øllum kongabíbliunum og teimum reformertu Bíbliunum heilt frá 1553 og til dagin í dag. Harafturat hevur hann eitt spennandi savn við bókum, ið snúgva seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og øll stovan sum hon er er eitt spennandi og forkunnugt savn við list hjá morbróðrinum Jóannesi Kristiansen, ið varð róptur L...
Mar 10, 2025•50 min
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis. Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á Tvøroyri at vera. Níggju ára gomul fór hon til skyldfólk á Húsum at vaksa upp, og har var hon búði ti...
Mar 03, 2025•49 min
Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út og dag inn allan túrin. Ein av teimum, sum fóru yvir á Flemish Kap sum 14 ára gamal, og sum kann sig...
Feb 24, 2025•51 min
Karl Vidtfeldt á Sandi var bara 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71 og hann hevur øll árini síðani verið ein eldsál í felagnum. Umframt at hava verið formaður í nógv ár, hevur hann havt nærum allar leiklutir í felagnum. Hann hevur verið fótbóltsspælari, kassameistari, venjari, dómari, liðleiðari, ferðaleiðari og mangt annað. Karl var formaður í B71 tá felagið hevði aðalfund í fjør, men avgjørdi at taka fótin av speedaranum og ikki at taka við afturvali. Hann er kortini framvegis virkin í ...
Feb 17, 2025•52 min
-Tað er so stórt virði í føroyska dansinum, at vit kunnu ikki lata hann fara. Hann er ein dýrgripur, sum er einastandandi í heiminum. Tað sigur 74 ára gamli eiðismaðurin Rasmus Joensen, sum er búsitandi í Havn. Hann er ein av teimum, sum gera eitt stórt arebeiði at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Dansifólk siga, at Rasmus er altíð klárur tá brúk er fyri honum. Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar í Norðurlandahúsinum. Tiltakið var í tríggjar dagar og tilsama...
Feb 10, 2025•46 min
89 ára gamli bíggjarmaðurin Gullberg Gullfoss, sum í mong ár hevur búð í Hoyvík, fór til skips sum ungur maður og hann sigldi nógv sum kokkur. Hann var onkran serliga ringan túr, sum hann greiðir frá í sendingini. Tá hann fór til Havnar, arbeiddi hann í fleiri ár fyrst á minkagarðinum í Hoydølum. Men serliga er hann kendur sum arbeiðsformaður á Bacalao, har hann var í mong ár og har fleiri hundrað fólk arbeiddu. Og hóast nógv var at gera og stórt trýst á arbeiðsformanninum, eru minnini frá hesi ...
Feb 03, 2025•51 min
Akki Heinesen hevur upplivað sjáldsamar hendingar á sjónum. Við 50 tons stóra Varðanum, sum hann sjálvur átti og førdi, hevur hann tvær ferðir bjargað sama manni. -Tað er meira millum himmal og jørð enn vit skilja, sigur Akki. Í 1993, tá teir lógu við Varðanum á Norðdepli og trolið var í landi, fekk hann í stýrhúsinum at vita frá einari rødd, uttan at nakar segði nakað, at hann skuldi taka trolið umborð og fara vesturum. Hvørki Akki ella manningin skilti hvat var á vási, tí teir vóru ókendir ves...
Jan 27, 2025•50 min
Jóna Hammer úr Oyndarfirði situr og bindur til treingjandi fólk úti í Heimi. Tað hevur hon gjørt í mong ár og tað ger hon framvegis, sjálvt um hon 1. jaunar í ár fylti 100 ár og kundi halda stóran føðingardag. -Tað er gott at fáa at vita, at tey sum fáa bundnu pløggini eru glað fyri tey. Tað er ein góð kensla at kunna gleða onnur, eisini langt úti í heimi, tí tað eru nógv sum treingja tað, heldur Jóna Hammer. Hennara fulla navn er Jóna Apolonia, Marjun Hammer. Nú bindur hon fyri Reyða Kross og f...
Jan 20, 2025•52 min
Fótbóltslívið í Gøtu hevur fylt nógv og fyllir framvegis nógv í lívinum hjá 87 ára gamla norðragøtumanninum Martin Juul Jarnskor. Hesum greiðir hann frá í sendingini, og hann greiðir eisini frá sínum dramatisku upplivingum á sjónum. Kona Martin Juul, Henny, vaskaði øll klæðini hjá GÍ-leikarunum og hon hevði átta snórar runt um húsini, har allir teir gulu búnarnir hingu til turkingar. Tí fekk heimið hjá teimum navnið gulu húsini. Hjúnini áttu harafturat ein stóran part av GÍ-liðnum, tí allir syni...
Jan 13, 2025•51 min
Tann vinarligi og lítillætni Hilmar Heinesen var kendur kring landið sum lutaseðlaseljari fyri Deyvafelagið. Hann vísti eitt skelti fram sum segði, at hann kom frá Deyvafelagnum og spurdi fólk um tey vildu keypa lutaseðil og harvið stuðla teimum deyvu í Føroyum. Umstøðurnar gjørdu, at Hilmar fekk eitt øðrvísi lív enn flestu føroyingar. Men sjálvur segði hann, at hann var ógviliga glaður fyri lívið og alt hann hevði upplivað, bæði á sjógvi og landi. Hann doyði í 2013, 102 ára gamal, og hann er gr...
Jan 06, 2025•27 min
Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, fór at arbeiða hjá SEV, og hann arbeiðir har framvegis. Í hesum seinna partinum hitta vit Jákup fyrst á Eiðisverkinum, sum hann var við at byggja miðskeiðis í áttatiárunum. Alt vatnið úr áunum heilt frá Selatrað og norður á Gjáarskarð kemur í Eiðisvatn, og rennur síðani oman á Eiðisverkið, har vatnturbinurnar gera streym út á netið hjá SEV. Har og aðra staðni hjá SEV arbeiðir Jákup við stýringum. Fyrr...
Dec 29, 2024•47 min
Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, byrjaði sum linjumaður hjá SEV. Og sum linjumaður varð hann mangan boðsendur at fara á fjøllini at finna feilin, tá klaki var lagstur á linjurnar og húsarhaldini sótu myrk ymsa staðni kring landið. Jákup arbeiðir framvegis hjá SEV og vit hitta hann fyrst á gamla Havnarverkinum í Gundadali, sum nú er støð hjá montørunum, og síðani á stóra Sundsverkinum, ið klárar at føða 80 prosent av landinum við stre...
Dec 22, 2024•47 min
Aftur í dag er evnið tann lítla oyggin uttan fast ferðasamband. Har fýra festi vóru í gamlar dagar. So blivu tey tvey, síðani eitt, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Teir eru tveir sum skiftast og teir verða eisini róptir oyggjavørðar. Granskarar skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Tjóðsavnið sigur, at oyggin skal vera dragandi fyri granskarar, samstundis sum ferðafólk og skúlabørn s...
Nov 11, 2024•51 min
Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, greiðir m.a. frá barnaárunum í Koltri og broytingunum sum hendu, tá festið fór úr familjuni. Koltur var frá gamlari tíð eitt liviligt pláss, og ofta komu børn aðra staðni frá út í Koltur at ferðast. "Hetta var serliga áðrenn mína tíð og summi av hesum børnum vusku upp her úti. Tað var ein traditión", sigur Sjúrður. Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey. Seinastu mongu árini hevur eitt festi verið og nú er tað Tjóðs...
Nov 04, 2024•51 min
Í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen, eisini róptur Sjúrður í Koltri, frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini, sum uttan iva er landnámsbygd. -Koltur hevur verið eitt liviligt pláss. Umframt tað sum oyggin sjálv gav, er stutt til fiskimiðini. Í oynni hava búð upp í 50 fólk, sigur Sjúrður.Nógv fólk aðra staðni frá er komið út í Koltur at vera. Men tey, sum hava búleikast í Koltri, hava eisini veruliga upplivað sterkar náttúrukreftir, tí nakrar ferðir hevur brimið vestanífrá brotið upp um oynn...
Oct 28, 2024•51 min
Systkini Myrtley Helgason og Jens Pétursson, sum eru ættað av Nesi í Vági, eru nú 100 og 102 ára gomul og trívast væl í hvør sínari eldraíbúð á Vidatorgi í Reykjavík.Har búgva tey hurð um hurð. Bæði hava búð í Íslandi síðani fjørutiárini. Upprunaliga eftirnavnið hjá teimum er Splidt. Myrtley spælir bingo tá útvarpsverturin kemur á Vidatorg at hitta systkini. Fríggjadagur er og bingospæl er har hvønn fríggjadag og tá er Myrtley fastur fúsur. Vidatorg mitt í Reykjavík er fleiri blokkar við íbúðum ...
Oct 21, 2024•50 min
Tey á Eydnufestivalinum eru øll væl nøgd við tiltakið, sum Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipar fyri. Tey, sum vit hitta í sendingini, eru: Atli Petersen, Hildur Joensen, Petur Hans Hansen, Vivian Midjord, Finnbogi Berg, Sjúrður Húsgarð, Eli Olsen, Tove Hjørleifsdóttir, Unn Mortensen, Anita Danielsen, Hallur Joensen, Daniel Joensen, Joan Olsen, maregit Petersen, Súsanna Petersen, Árni Andreasen, Ruborg Haraldsen, Tóra við Keldu, Sharon Sivertsen, Johan Hansen, Joanna Jarnskor Poulsen, Bergljot...
Oct 14, 2024•52 min
Fornu húsatoftirnar á Trøðrni í Húsálíð á vestursíðuni av Kalsoynni tala sítt egna mál. Tað hava tey á Húsum altíð vitað, men hetta var ókent fyri tey á Tjóðsavninum, sum skráseta fornar toftir. Tá útvarpsverturin fekk avtalu við húsamannin Andrass Joensen og fornfrøðingin Ann Sølviu Selmarsdóttir Pukrhús um at vitja á Trøðni fyri at hyggja eftir umstøðunum, bar ikki til at ganga av Húsum og upp um Húsaeið og vesturum, tí tað loyvdu knøini hjá Andrassi ikki. Tí setti útvarpsmaðurin seg í samband...
Oct 07, 2024•51 min