Bonustrok: Dagin fyri dystin í Rumenia
Trok.fo er við á ferðini, og Sjúrður hevur prátað við onkrar venjarar og leikarar á túrinum - og so var sjálvandi eisini líka ringt heim til viðmerkjaran í Føroyum, Andrias Eriksen

Trok.fo er við á ferðini, og Sjúrður hevur prátað við onkrar venjarar og leikarar á túrinum - og so var sjálvandi eisini líka ringt heim til viðmerkjaran í Føroyum, Andrias Eriksen
Helgi hevur biðið sær frí at podda vegna at hann skal spæla onkrar landsdystir hesa vikuna - og tað tímur hann slett ikki at snakka um. So hesa vikuna hava vit funnið ein vikar í Vestmanna skúla! Vit trokaðu okkum inn hjá hondbóltsleikaranum, læraranum og serfrøðinginum, Andriasi Eriksen, sum vísti stórt gestablídni og stórt yvirskot sum vikarur á trok.fo
Trokpoddur 23 var upptikin beint eftir at Føroyar høvdu vunnið 38-32 á Póllandi og spælt seg ímillum 12 tey fremstu við EM-endaspælið. 11 tey fremstu sleppa til HM 2023, og Føroyar skulu vinna ein dyst afturat fyri at tryggja sær hetta.
Trokpoddur 22 var upptikin beint eftir at Føroyska U20-landsliðið hevði vunnið 33-31 ímóti Norra við EM-endaspælið í Portugal
Nýggjur poddur tikin upp beint eftir dystin ímóti ungverjum. Lemjandi tap, men glottar hóast alt. Vit taka tykkum ígjøgnum hvat hendir týsdagin og mikudagin, og tosa um hvussu restin av kappingini fyrigongur. Okkara menn hava til dømis aldrin tapt á tí eina liðnum sum vit møta í næstu viku. Fáir teirra munnu hava roynt slíkar svíðandi ósigrar sum í dag - So Helgi frá trok.fo sleppur at geva teimum góð ráð. Hann sigst at hava roynt tað upp í fleiri ferðir.
Upptikið beint eftir at Slovenia vann 28-27 á Føroyum við U20-EM 08.07.2022
Skjótur trokpoddur aftur á skránni - Helgi og Sjúrður eru sum vera mann spentir til U20-EM, og spyrja hvønn annan um vónir og væntanir
EM: Føroyar-Rumenia 21-33 (11-13). Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Sigruna Mikkelsen, viðmerkjara siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.
Hoyr frásøgumannin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjaran, Sigrun Mikkelsen siga frá endanum av EM-undankappingardystinum hjá kvinnum Føroyar-Rumenia 21-31 (11-13). Hoyr Sigruna taka samanum dystin, og hoyr samrøður við Ninnu Katrina Johansen, Janu Mittún, Báru Krossteig Hansen og Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjara.
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen, viðmerkjara siga frá endanum av HM-undandystinum Føroyar-Týskland 27-33 (16-15). Hoyr Andrias taka samanum avrikið, og hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu, Ásbjørn N. Nattestad frá Merkiðlið, Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjara, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Rókur Akralíð, liðskipara, Hákun West av Teigum, Paula Jacobsen og Peter Krogh.
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen, viðmerkjara siga frá øllum seinna HM-undandystinum Føroyar-Týskland 27-33 (16-15). Tøkningur: Heri Simonsen
Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum í Kiel Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11), og hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Tróndur Mikkelsen, Peter Bredsdorff Larsen, venjara, Rókur Akralíð, Kjartan Johansen, Leivur Mortensen og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11). Hoyr alla upptaktina og hoyr alla frásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni. Tøkningur: Heri Simonsen
3. og avgerandi Burn Finalan H71-KÍF 29-24 (16-13). Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.
Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum av 3. og avgerandi Burn Finaluni H71-KÍF 29-24 (16-13). Hoyr gullsamrøðurnar Sjúrður gjørdi við fegnar H71-arar, samrøðu við KÍF-venjaran, Julian J. Johansen og steypahandanina.
3. og avgerandi FM-finalan H71-Neistin 27-18 (14-8). Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Jórun Ludvig, viðmerkjara siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.
Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Jórun Ludvig siga frá dystarendanum av 3. og avgerandi FM-finaluni H71-Neistin 27-18 (14-8), og hoyr Jóruna taka samanum eitt fantastiskt kappingarár hjá H71, eisini við góðum avriki í Europa Cup. Hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við fegnar H71-kvinnur og við venjaran, Inga Olsen, og hoyr steypahandanina
KÍF-H71 25-32 (8-16) BURN FM Finala 2. Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen siga frá dystarendanum. Hoyr samrøður við venjararnar, Julian J. Johansen hjá KÍF og Simon Olsen hjá H71, og hoyr Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum dystin.
KÍF-H71 25-32 (8-16) BURN FM Finala 2. Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.
Neistin-H71 19-26 (7-15) SMS Finala 2. Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Jóruna Ludvig, viðmerkjara siga frá dystarendanum. Hoyr samanumtøkuna sum Jórun og Sjúrður høvdu aftaná dystin, og samrøðu við Rannvá Olsen hjá H71.
Neistin-H71 19-26 (7-15) SMS Finala 2. Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Jóruna Ludvig, viðmerkjara siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.