Bára Krossteig Hansen trokaði seg framat at práta um EM-endaspælið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bára er serfrøðingur til eitt endaspæl, men hetta er fyrstu ferð at hon viðgerð endaspælið úr føroyskum sjónarhornið. Og líkt er til at heitt verður á hana aftur næsta ár, tí at enda í poddinum verður hugt aftur á ein serligan dyst niðri í Sveis fyri seks árum síðani. Tá basti Føroyar Litava - Ella tað er nakað hóvliga tikið til. Rættari sagt, so hølvaði Føroyar Litava av. Takk fyri í ár - Vit gleða...
Dec 15, 2024•1 hr 10 min•Ep. 241
EM-trok #3: Frøin og arganin eftir Bragdið í Basel 03-12-2024 Føroyska kvinnulandsliðið hevði leitað eftir einum úrsliti ímóti einum av teimum stóru í nógv ár. Tað eydnaðist við 17-17 og fyrsta EM-stiginum nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum. Millum áskoðararnar var Maria Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið partur av ferðini at flyta kvinnuhondbólt upp á hendan pallin. Maria hevur trokað vanliga viðvertin til viks - so at hon kann greiða Sjúrði frá, hvussu nógv hetta hevði at siga fyri føroyskan kvinn...
Dec 03, 2024•1 hr 4 min•Ep. 240
Kringvarpið og Kvinnulandsliðið hava kveikt poddarhugin hjá Trokbrøðrunum, sum eftir ein longri steðg, hava sett sær fyri at máta átrokandi hondbóltsfepurin í Basel. Til tess hava vit hitt Biritu Wardum og Katrina Dam á Neystabø - Tær seta orð á hvussu tær sóu dystin ímóti Sveis úr føroyska sjónarhorninum. Harafturat hitta vit Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Simon Olsen, sum greiða frá sínum áskoðanum á dystin ímóti Kroatia Og sum altíð: Dagsins leikarar, dagsins detalja og annað átrokandi...
Dec 01, 2024•1 hr 14 min•Ep. 239
Vónríku viðmerkjararnir, Sjúrður og Ingi práta um óveruliga veruleikan at enn einaferð skula síggja føroyskt landslið bjóða av í EM-endaspælinum Harafturat hoyra vit frá tíðindafundinum hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, og práta við Turið Arge Samuelsen, sum spældi ímóti Sveis í 2018, Maritu Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spældu ímóti Sveis í 2021, og so Pernille Brandenborg, sum spældi báðar hesar dystirnar. Føroyski liðskiparin spælir eisini saman við sveisiska stórtalenti...
Nov 30, 2024•1 hr 2 min•Ep. 238
Seinasti partur av Trok fyri kappingarárið 2023/24 er her! Hugsar tú eisini hvør dystur var kulast, hvør hevur ment seg mest sum leikari, hvør ársins veteranur er? So fært tú svarið her. Vit seta eisini okkara ársins lið, ársins keyp, ársins finurliga leikara, og at enda við ársins WTF løtu í Burn, SMS og Faxe Kondi kappingini fyri í ár.
May 22, 2024•1 hr 47 min•Ep. 237
"Her følir mann ein positivitet í høllini og tað verður stuðlað og tað er við kærleika, men so tá vit koma oman har sunnudagin, tá verður hatur, tað verður eldur, tað verður kríggj. So vit hava brúk fyri teimum sjey málunum", segði Hákun West av Teigum eftir sigurin. Tað var tó ikki hatrið, sum fylti í tonkunum hjá leikarunum, sum komu í tokutrupulleikar í Føroyum. Meðan bíðað var, tosaðu vit við Vilhelm Poulsen, sum mitt í øllum rokanum kundi staðfesta leysasøgurnar um at hann skal eitt øgiligt...
May 12, 2024•37 min•Ep. 236
Yvirskriftir hesa ferð: Kyndil er føroyameistari, hóast STÍF gjørdi okkara greining fyri skommum H71 er meistari fyri triðju ferð á rað - kollfirðingar kláraðu ikki meiri í fjórða finaludystinum - Barnagarðurin vann á eldasambýlinum Føroyskt Final Four x2 Enn ein føroyingur í Bundesliguna
May 05, 2024•1 hr 39 min•Ep. 235
Gev okkum meria av hesum! Tað er niðurstøðan eftir enn eina spennandi finalu ímillum H71 og KÍF. Agnar skilti hvi at vit høvdu kallað teir eldrasambýlið, men tað vóru tveir u18 leikarar sum sendu KÍF í longda leiktíð ímóti H71, við góðari hjálp frá eldri kreftum. Kyndil spælir so at siga ímóti sær sjálvum, og tað gera tær ógvuliga væl. Tær lótu ongan stúra fyri at tær ikki verða føroyameistarar. Yvirskriftirnar hesa ferð: Blóðugur bardagi hjá monnum Sorl hjá kvinnunum Spurningar frá lurtarum Spe...
Apr 29, 2024•1 hr 37 min•Ep. 234
Tað er 1-1 millum H71 og KÍF í FM-finalunum, og tað krevur eina samanumtøku. Vit hildu tað var avgjørt, men Milenko Jelic Jelkan í KÍF málinum vildi tað ørðvísi.
Apr 25, 2024•1 hr•Ep. 233
Fyrsta FM finalan er longu avgreidd, og nógv er hent síðan vit trokaðu seinast. Vit tosa um Kyndil, sum ikki steðgar, H71 við teirra ungu rutinu, og endaspælsleistin sum gevur okkum nógvar feitar dystir.
Apr 23, 2024•1 hr 41 min•Ep. 232
Apr 15, 2024•1 hr 35 min•Ep. 231
Apr 12, 2024•1 hr 11 min•Ep. 230
Apr 01, 2024•1 hr 42 min•Ep. 229
Mar 25, 2024•1 hr 46 min•Ep. 228
Mar 18, 2024•1 hr 30 min•Ep. 227
Mar 11, 2024•1 hr 9 min•Ep. 226
Vit taka saman um báðar 18-máls-sigrarnar hjá landsliðnum og tey átjan málini Bjarni í Selvindi skoraði í vikuskiftinum. Bjarni setir orð á hvussu tað kennist tá alt riggar!
Mar 04, 2024•1 hr 25 min•Ep. 225
Feb 27, 2024•1 hr 24 min•Ep. 224
Feb 19, 2024•1 hr 27 min•Ep. 223
Feb 13, 2024•1 hr 34 min•Ep. 222
Feb 05, 2024•1 hr 12 min•Ep. 221
Jan 29, 2024•1 hr 9 min•Ep. 220
Sjúrður ringdi til Andrias og Agnar, meðan lutakastið til HM-undandystirnir fór fram
Jan 28, 2024•1 hr 54 min•Ep. 219
Trokbrøðurnir eru komnir aftur úr Berlin og hyggja serliga eftir SMS-deildini
Jan 23, 2024•1 hr 12 min•Ep. 218
Seinasti EM-poddurin úr Berlin er ein róligur poddur, har Sjúrður Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen taka saman um - umframt at Leivur Mortensen, Teis Horn Rasmussen og Óli Mittún stutt seta orð á teirra EM. Tað tykist so langt síðani at Sjúrður og Djóni tóku upphitingarpoddin upp í Føroyum fyri 10 døgum síðani. So ófatiliga nógv søga er skrivað - Søga, ið seinni má granskast úr størri fjarstøðu. Einasta niðurstøða, ið vit kunnu gera nú er hendan: Føroyingar lótu als einki liggja eftir í Be...
Jan 17, 2024•44 min•Ep. 217
EM-Trokið tekur saman um størstu løtuna í føroyskari ítrottarsøgu og størsta kvøldið í berlinskari ballingarsøgu sunnukvøldið, tá ið sensasjónin er sodnað nakað. Sjúrður hevði boðið Inga Olsen og summum av teimum áskoðarunum, ið hann stóð trokaður saman við í høllini, at koma at seta orð á dystin, kvøldið og náttina annars. Vit hoyra: Tórmóð P. Djurhuus, Ova Lutzen, Dánjal Ragnarsson og Jóhannes Bjørgvin umframt Inga Olsen.
Jan 14, 2024•1 hr•Ep. 216
Jan 14, 2024•24 min•Ep. 215
Tróndur Kragesteen og Hjalti Mohr Jacobsen vitjaðu EM-studio í Berlin
Jan 13, 2024•1 hr 10 min•Ep. 214
Trok.fo hevur fingið fólk úr kringvarpinum á vitjan - ella tað var í veruleikanum vit, sum vitjaðu tey. Sjúrður tók eina meting av støðuni saman við Inga Olsen og Jógvani Skeel Nolsøe kvøldið fyri fyrsta føroyska EM-dystin
Jan 11, 2024•1 hr 2 min•Ep. 213
Trok.fo prátaði við seks landsliðsleikarar mikudag fyrrapart um EM, sum fer av bakkastokki hóskvøldið
Jan 10, 2024•36 min•Ep. 212