1. Eitt reality show uttan stýring
Í fyrsta parti hoyra vit um Norrøna Eftirskúlan í Genner, sum lat upp í 1986, men sum upp á ongan máta livdi upp til penu myndina av einum kristnum kostskúla, sum føroysku bløðini annars høvdu skrivað um. Jan Berg Jørgensen var næmingur fyrsta árið, og hann fortelur um vantandi frálæru, rúsdrekka, rúsevni og annan ólevna, sum merktu tíðina tað hálva árið, hann gekk har - áðrenn hann gavst og fór heim á jólum. See omnystudio.com/listener for privacy information....
